at varðveita trúgvina

14 versir um "at varðveita trúgvina"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Timoteusarbrævið 4:7 Seinna Timoteusarbrævið

Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.

6
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið

Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.

5
Fyrra Korintbrævið 16:13 Fyrra Korintbrævið

Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir!

4
Seinna Korintbrævið 5:7 Seinna Korintbrævið

Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.

4
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið

Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.

4
Jákupsbrævið 1:3 Jákupsbrævið

Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol.

4
Fyrra Timoteusarbrævið 6:12 Fyrra Timoteusarbrævið

Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív, sum tú vart kallaður til og játtaði hina góðu játting fyri mongum vitnum!

3
Hebrearabrævið 10:23 Hebrearabrævið

Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!

3
Fyrra Pætursbrævið 1:6 Fyrra Pætursbrævið

Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð – táið so skal vera – hava sorg í alskyns royndum,

3
Fyrra Pætursbrævið 1:7 Fyrra Pætursbrævið

fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists.

3
Opinberingin 2:10 Opinberingin

Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús – fyri at tit skulu verða roynd – og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins!

3
Rómverjabrævið 10:17 Rómverjabrævið

So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.

2
Judasarbrævið 1:20 Judasarbrævið

Men tit, elskaðu, uppbyggið tykkum á heilagastu trúgv tykkara, biðið í Heilaga Andanum,

2
Judasarbrævið 1:21 Judasarbrævið

og haldið tykkum soleiðis í kærleika Guds, meðan tit bíða eftir náði Harra okkara Jesu Krists til ævigt lív!

2