at varðveita gott orðspor
13 versir um "at varðveita gott orðspor"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 22:1 Orðtøkini
Gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi; at vera væl umtóktur er betri enn silvur og gull.
Prædikarin 7:1 Prædikarin
Betri er gott navn enn góð olja, og betri er deyðadagurin enn føðingardagurin.
Orðtøkini 10:7 Orðtøkini
Minnið um hin rættvísa verður signað, men navn gudleysra rotnar burtur.
Fyrra Pætursbrævið 2:12 Fyrra Pætursbrævið
Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey, um tey nú baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin!
Orðtøkini 22:2 Orðtøkini
Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar.
Triðja Jóhannesarbrævið 1:12 Triðja Jóhannesarbrævið
Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum – og av sannleikanum sjálvum. Eisini vit geva honum vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur.
Orðtøkini 3:3 Orðtøkini
Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns!
Orðtøkini 3:4 Orðtøkini
So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna.
Orðtøkini 20:7 Orðtøkini
Hin rættvísi gongur ólastandi fram; lukkulig eru børn hansara eftir hann.
Orðtøkini 21:21 Orðtøkini
Tann, ið stevnir eftir rættvísi og miskunn, skal finna lív, rættvísi og heiður.
Ápostlasøgan 6:3 Ápostlasøgan
Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal eisini hava góðan vitnisburð frá teimum, ið uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verða háðaður og falla í snerru Djevulsins.
Filippibrævið 2:15 Filippibrævið
so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum