At útsáa frø

110 versir um "At útsáa frø"

Versir

Síða 2 av 3
Triðja Mósebók 15:14 Triðja Mósebók

Og áttanda dagin skal hann taka sær tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar og koma fyri ásjón HARRANS, at durum samkomutjaldsins, og fáa prestinum fuglarnar.

2
Triðja Mósebók 15:15 Triðja Mósebók

So skal presturin ofra teir, annan sum syndoffur og annan sum brennioffur; soleiðis skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS, so at hann verður reinur eftir útflot sítt.

2
Triðja Mósebók 15:16 Triðja Mósebók

Táið sáð gongur frá manni, skal hann tváa øllum likami sínum í vatni og vera óreinur líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 15:17 Triðja Mósebók

Øll klæði og alt av skinni, sum sáð kemur á, skal vaskast í vatni og vera óreint líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 15:18 Triðja Mósebók

Táið maður liggur hjá kvinnu, og sáð gongur frá honum, skulu tey tváa sær í vatni og vera órein líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 15:19 Triðja Mósebók

Táið kvinna hevur mánasjúku sína, og blóð flýtur úr blygd hennara, er hon órein í sjey dagar. Ein og hvør, ið nemur við hana, skal vera óreinur líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 15:20 Triðja Mósebók

Alt, ið hon liggur á, meðan hon hevur mánasjúku sína, skal vera óreint, og alt, ið hon situr á, skal vera óreint.

2
Triðja Mósebók 15:21 Triðja Mósebók

Tann, ið nemur við legu hennara, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 15:22 Triðja Mósebók

Tann, ið nemur við sess, ið hon hevur sitið á, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 15:23 Triðja Mósebók

Nemur onkur við nakað, ið hevur ligið á legu hennara ella á sessinum, ið hon hevur sitið á, so skal hann vera óreinur líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 15:24 Triðja Mósebók

Liggur maður hjá henni, og óreinska hennara kemur á hann, so skal hann vera óreinur í sjey dagar, og hvør lega, ið hann liggur á, skal vera órein.

2
Triðja Mósebók 15:25 Triðja Mósebók

Men táið kvinna missir blóð í longri tíð – uttan at tað er mánasjúkutíð hennara – ella táið hon hevur mánasjúku sína og missir blóð út um ta vanligu tíðina, so skal hon, alla ta tíð hon hevur hetta óreina útflot, vera, sum teir dagarnar hon hevur mánasjúku sína – hon skal vera órein.

2
Triðja Mósebók 15:26 Triðja Mósebók

Hvør lega, ið hon liggur á, so leingi sum hon hevur útflotið, skal vera órein, eins og lega hennara táið hon hevur mánasjúku sína, og hvør sessur, ið hon situr á, skal vera óreinur, eins og táið hon hevur mánasjúku sína.

2
Triðja Mósebók 15:27 Triðja Mósebók

Ein og hvør, ið nemur við tað, verður óreinur og skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 15:28 Triðja Mósebók

Men táið hon sleppur frá útflotinum, skal hon telja sjey dagar fram – so er hon rein.

2
Triðja Mósebók 15:29 Triðja Mósebók

Og áttanda dagin skal hon taka sær tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar og koma við teimum til prestin, at durum samkomutjaldsins.

2
Triðja Mósebók 15:30 Triðja Mósebók

Presturin skal ofra annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur; soleiðis skal presturin gera bót fyri hana fyri ásjón HARRANS, so hon verður rein eftir óreina útflot sítt.

2
Triðja Mósebók 15:31 Triðja Mósebók

Tit skulu vara Ísraelsmenn við óreinsku teirra, so teir ikki koma at doyggja í óreinsku síni, táið teir gera tabernakul Mítt, sum reist er millum teirra, óreint.

2
Triðja Mósebók 15:32 Triðja Mósebók

– Hetta er lógin um menn, ið hava útflot, og sum sáð gongur frá, so teir verða óreinir av tí,

2
Triðja Mósebók 15:33 Triðja Mósebók

og um kvinnur, ið hava mánasjúku sína – um tann, ið hevur okkurt útflot, tað veri nú maður ella kvinna – og um menn, ið liggja hjá óreinum kvinnum.““

2
Triðja Mósebók 20:13 Triðja Mósebók

Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!

2
Triðja Mósebók 27:16 Triðja Mósebók

Halgar ein HARRANUM nakað av arvajørð síni, skalt tú seta virðið eftir tí, ið sáað verður í tað; ein homer av sáðkorni av byggi skal svara til 50 seklar av silvuri.

2
Matteus 19:1 Matteus

Táið Jesus hevði endað hesa talu, fór Hann úr Galilea og kom til landið hinumegin Jordan, sum hoyrir til Judea.

2
Matteus 19:2 Matteus

Og nógv fólk fylgdi Honum, og Hann grøddi tey har.

2
Matteus 19:3 Matteus

Tá komu Fariseararnir til Hansara, freistaðu Hann og søgdu: „Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?“

2
Matteus 19:4 Matteus

Hann svaraði: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu

2
Matteus 19:5 Matteus

og segði: „Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“

2
Matteus 19:6 Matteus

So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“

2
Matteus 19:7 Matteus

Tá søgdu teir við Hann: „Hví beyð tá Móses at geva skilnaðarbræv og skiljast frá henni?“

2
Matteus 19:8 Matteus

Hann svaraði teimum: „Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so.

2
Matteus 19:9 Matteus

Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“

2
Lukas 8:11 Lukas

Men hetta er líknilsið: Sáðið er orð Guds.

2
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið

Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,

2
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið

Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.

2
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið

Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,

2
Kolossibrævið 2:1 Kolossibrævið

Tí eg vil, at tit skulu vita, hvussu nógv stríð eg havi fyri tykkum og fyri tey í Laodikea og fyri øll, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum

2
Kolossibrævið 2:2 Kolossibrævið

– fyri at hjørtu teirra skulu verða troystað, so tey verða knýtt saman í kærleika og náa fram til allan ríkdóm hinnar fullu vitsvissu, til kunnskap um loyndarmál Guds, sum er Kristus.

2
Kolossibrævið 2:3 Kolossibrævið

Í Honum eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna – fjaldir.

2
Kolossibrævið 2:4 Kolossibrævið

Hetta sigi eg, fyri at eingin skal dára tykkum við lokkandi talu.

2
Kolossibrævið 2:5 Kolossibrævið

Tí um eg so í holdinum eri fráverandi, eri eg tó í andanum hjá tykkum og gleðist við at síggja, hvussu gott skilið er hjá tykkum, og hvussu føst tit eru í trúnni á Kristus.

2
Kolossibrævið 2:6 Kolossibrævið

Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum,

2
Kolossibrævið 2:7 Kolossibrævið

og verið rótfest og latið tykkum byggja upp í Honum og staðfesta í trúnni, eins og tit eru lærd, og vaksið í henni við takkargerð!

2
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið

Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!

2
Kolossibrævið 2:9 Kolossibrævið

Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga,

2
Kolossibrævið 2:10 Kolossibrævið

og tit eru fylt í Honum, sum er høvd als valds og harradømis.

2
Kolossibrævið 2:11 Kolossibrævið

Í Honum eru tit eisini umskorin við umskering, ið ikki er gjørd við hondum, við at verða latin úr holdslikaminum, við umskering Kristusar –

2
Kolossibrævið 2:12 Kolossibrævið

grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu.

2
Kolossibrævið 2:13 Kolossibrævið

Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara – holdinum – gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara

2
Kolossibrævið 2:14 Kolossibrævið

og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.

2
Kolossibrævið 2:15 Kolossibrævið

Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum.

2