At útsáa frø
110 versir um "At útsáa frø"
Versir
Síða 1 av 3Fyrsta Mósebók 38:8 Fyrsta Mósebók
Tá segði Juda við Onan: „Far inn til bróðurkonu tína og tak hana til ekta í bróður tíns stað og reis bróður tínum avkom upp!“
Fyrsta Mósebók 38:9 Fyrsta Mósebók
Men við tað at Onan visti, at avkomið ikki skuldi hoyra honum til, læt hann, hvørja ferð hann gekk inn til bróðurkonu sína, sáðið spillast á jørðina – fyri ikki at fáa bróður sínum avkom.
Fyrsta Mósebók 38:10 Fyrsta Mósebók
Men hetta, ið hann gjørdi, var ónt í eygum HARRANS; tí læt Hann eisini hann doyggja.
Fyrsta Mósebók 38:1 Fyrsta Mósebók
Um hesa tíðina fór Juda frá brøðrum sínum og fór at halda saman við manni úr Adullam, sum æt Hira.
Fyrsta Mósebók 38:2 Fyrsta Mósebók
Har sá Juda dóttur kána’anitiskan mann, sum æt Sua, og hann tók hana til konu og fór inn til hennara.
Fyrsta Mósebók 38:3 Fyrsta Mósebók
Hon varð við barn og átti son, sum hon gav navnið Er.
Fyrsta Mósebók 38:4 Fyrsta Mósebók
So varð hon uppaftur við barn og átti son, sum hon gav navnið Onan.
Fyrsta Mósebók 38:5 Fyrsta Mósebók
Hon átti ein son enn, og honum gav hon navnið Sela; táið hon átti hann, var Juda í Kezib.
Fyrsta Mósebók 38:6 Fyrsta Mósebók
Juda tók nú Er, hinum frumborna sínum, konu; hon æt Tamar.
Fyrsta Mósebók 38:7 Fyrsta Mósebók
Men HARRANUM líkaði ikki Er, hin frumborna hjá Juda; tí læt HARRIN hann doyggja.
Fyrsta Mósebók 38:11 Fyrsta Mósebók
Tá segði Juda við Tamar, sonarkonu sína: „Sit einkja heima hjá faðir tínum, inntil sonur mín Sela kemur til!“ – Tí hann óttaðist fyri, at eisini hann skuldi doyggja, eins og brøður hansara. So fór Tamar heim og varð verandi hjá faðir sínum.
Fyrsta Mósebók 38:12 Fyrsta Mósebók
Táið nú long tíð var gingin, doyði dóttir Sua, kona Juda. Táið syrgitíðin var úti, fór Juda til Timna, til teir, ið royttu seyð hansara; vinur hansara, Hira úr Adullam, fór við honum.
Fyrsta Mósebók 38:13 Fyrsta Mósebók
Men táið Tamar fekk at vita, at verfaðir hennara var á veg til Timna at royta seyð sín,
Fyrsta Mósebók 38:14 Fyrsta Mósebók
læt hon seg úr einkjuklæðunum, fór í eitt slør, ballaði tað um seg og setti seg so við portrið í Enajim, við vegin til Timna; tí hon sá, at hon varð ikki givin Sela til konu, tóat hann nú var tilkomin.
Fyrsta Mósebók 38:15 Fyrsta Mósebók
Táið Juda nú sá hana, helt hann hana vera skøkju – við tað at hon hevði fjalt andlit sítt.
Fyrsta Mósebók 38:16 Fyrsta Mósebók
Hann fór tá av vegnum og fór yvir til hennara og segði: „Kom, lat meg koma inn til tín!“ – Hann visti ikki, at tað var sonarkona hansara. Men hon svaraði: „Hvat gevur tú mær fyri at koma inn til mín?“
Fyrsta Mósebók 38:17 Fyrsta Mósebók
Hann segði: „Eg skal senda tær eitt geitarlamb úr fylginum.“ Tá svaraði hon: „Ja, men tú skalt geva mær pant, inntil tú sendir tað!“
Fyrsta Mósebók 38:18 Fyrsta Mósebók
Hann spurdi: „Hvat skal eg tá geva tær í pant?“ Hon svaraði: „Innsiglisring tín, band títt og stav tín, sum tú hevur í hondini.“ – Hetta gav hann henni so og fór síðani inn til hennara, og hon varð við barn við honum.
Fyrsta Mósebók 38:19 Fyrsta Mósebók
So reistist hon og fór haðani, fór úr slørinum og læt seg aftur í einkjuklæðini.
Fyrsta Mósebók 38:20 Fyrsta Mósebók
Juda sendi nú geitarlambið við vinmanni sínum, Adullamitinum, fyri at fáa pantin aftur frá kvinnuni; men hann fann hana ikki.
Fyrsta Mósebók 38:21 Fyrsta Mósebók
Hann spurdi tá fólkið har á staðnum: „Hvar er skøkjan, hon í Enajim, við vegin?“ Tey svaraðu: „Her hevur eingin skøkja verið!“
Fyrsta Mósebók 38:22 Fyrsta Mósebók
So fór hann aftur til Juda og segði: „Eg fann hana ikki, og so sigur fólkið har á staðnum eisini, at eingin skøkja hevur verið har.“
Fyrsta Mósebók 38:23 Fyrsta Mósebók
Tá segði Juda: „Lat hana meðni hava tað, heldur enn at vit skulu verða til spott! Eg havi sent lambið, og tú hevur ikki funnið hana!“
Fyrsta Mósebók 38:24 Fyrsta Mósebók
Einar tríggjar mánaðir eftir hetta fekk Juda hesi tíðindi: „Tamar, sonarkona tín, hevur drivið hor; hon er vorðin við barn í hori!“ Tá segði Juda: „Leiðið hana út, hon skal verða brend!“
Fyrsta Mósebók 38:25 Fyrsta Mósebók
Men táið teir leiddu hana út, sendi hon boð til verfaðir sín og læt siga: „Eg eri vorðin við barn við tí manni, ið hetta eigur!“ Og hon læt siga: „Kanna eftir, hvør ið eigur henda ring, hetta band og henda stav!“
Fyrsta Mósebók 38:26 Fyrsta Mósebók
Juda kendi tað aftur og segði: „Rætturin er hennara og ikki mín, við tað at eg havi ikki givið syni mínum Sela hana!“ – Men hann kom henni ikki nær aftur.
Fyrsta Mósebók 38:27 Fyrsta Mósebók
Táið so tíðin kom, at hon skuldi eiga, vóru tvíburar í lívi hennara.
Fyrsta Mósebók 38:28 Fyrsta Mósebók
Og í tí hon átti, stakk annar hondina út, og jarðarmóðirin tók reyðan tráð og bant hann um hana og segði: „Hesin var tann, ið fyrr kom!“
Fyrsta Mósebók 38:29 Fyrsta Mósebók
Men so togaði hann hondina til sín aftur, og tá kom bróðir hansara undan; tá segði hon: „Sum tú hevur trokað teg fram!“ – Tí fekk hann navnið Perez.
Fyrsta Mósebók 38:30 Fyrsta Mósebók
Síðani kom hin bróðirin, hann, ið hevði tann reyða tráðin um hondina; hann fekk navnið Zera.
Triðja Mósebók 22:4 Triðja Mósebók
Eingin av eftirkomarum Árons, sum spitalskur er ella hevur útflot, má eta av hinum heilagu gávum, fyrrenn hann er vorðin reinur, heldur ikki tann, sum nemur við nakran, ið er vorðin óreinur av líki, ella tann, ið sáð gongur frá,
Fimta Mósebók 25:5 Fimta Mósebók
Táið brøður búgva saman, og ein teirra doyr og ongan son eigur, má einkjan eftir hann, ið farin er, ikki giftast við fremmandum manni uttan fyri ættina; nei, bróðir mann hennara skal fara inn til hennara og taka hana til konu og soleiðis giftast við henni í bróður síns stað.
Fimta Mósebók 25:6 Fimta Mósebók
Og fyrsti sonurin, ið hon eigur, skal verða kallaður sonur bróðurin, ið deyður er, so navn hansara doyr ikki út í Ísrael.
Fimta Mósebók 25:7 Fimta Mósebók
Men hevur maðurin ikki hug at giftast við bróðurkonu síni, skal hon fara út í portrið til hinar elstu og siga: „Svágur noktar at reisa bróður sínum upp navn í Ísrael – hann vil ikki giftast við mær í bróður síns stað!“
Fimta Mósebók 25:8 Fimta Mósebók
Hinir elstu í býi hansara skulu nú senda boð eftir honum og tala við hann; stendur hann tá við sítt og sigur: „Eg havi ikki hug at giftast við henni,“
Fimta Mósebók 25:9 Fimta Mósebók
so skal bróðurkona hansara fara yvir til hansara, meðan hinir elstu síggja, taka skógvin av fóti hansara, spýta í andlit hansara og taka til orða og siga: „So verður gjørt við tann mann, ið ikki vil byggja upp hús bróður síns!“
Fimta Mósebók 25:10 Fimta Mósebók
Og eftir tann dag skal í Ísrael ætt hansara verða rópt „ætt skóleysa“.
Triðja Mósebók 15:1 Triðja Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses og Áron og segði:
Triðja Mósebók 15:2 Triðja Mósebók
„Talið við Ísraelsmenn og sigið við teir: „Táið maður hevur útflot úr blygd síni, so ger hetta útflotið hann óreinan.
Triðja Mósebók 15:3 Triðja Mósebók
Og viðvíkjandi óreinsku hansara, meðan hann hevur útflotið, so er hetta fyriskipanin: Hann er óreinur, bæði táið blygd hansara gevur útflotið frá sær, og táið hon heldur tí aftur.
Triðja Mósebók 15:4 Triðja Mósebók
Hvør lega, sum tann, ið hevur útflot, liggur á, skal vera órein, og hvør sessur, ið hann situr á, skal vera óreinur.
Triðja Mósebók 15:5 Triðja Mósebók
Tann, ið nemur við legu hansara, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
Triðja Mósebók 15:6 Triðja Mósebók
Tann, ið situr á sessi, sum tann, ið hevur útflot, hevur sitið á, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
Triðja Mósebók 15:7 Triðja Mósebók
Tann, ið nemur við ein, ið hevur útflot, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
Triðja Mósebók 15:8 Triðja Mósebók
Kemur tann, ið hevur útflot, at spýta á ein, ið er reinur, so skal hesin vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
Triðja Mósebók 15:9 Triðja Mósebók
Alt tað, sum tann, ið hevur útflot, situr á, táið hann fer eina ferð, skal vera óreint.
Triðja Mósebók 15:10 Triðja Mósebók
Tann, sum nemur við nakað, ið hann hevur ligið ella sitið á, skal vera óreinur líka til kvølds; tann, ið ber nakað slíkt, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
Triðja Mósebók 15:11 Triðja Mósebók
Ein og hvør, sum tann, ið hevur útflot, nemur við uttan at hava skolað hendurnar í vatni, skal vaska klæði síni, tváa sær í vatni og vera óreinur líka til kvølds.
Triðja Mósebók 15:12 Triðja Mósebók
Leirílat, sum tann, ið hevur útflot, nemur við, skal brótast; men er tað træílat, skal tað skolast í vatni.
Triðja Mósebók 15:13 Triðja Mósebók
Táið tann, ið hevur útflot, sleppur frá útflotinum, skal hann telja sjey dagar fram, frá tí degi hann varð reinur, og so vaska klæði síni og tváa likami sínum í keldu- ella áarvatni; so er hann reinur.