at útleggja dreymar
85 versir um "at útleggja dreymar"
Versir
Síða 2 av 2Dániel 2:15 Dániel
Hann tók til orða og spurdi Arjok, høvuðsmann kongsins: „Hví hevur kongur givið hetta stranga boð?“ Arjok segði tá Dániel, hvussu við visti.
Dániel 2:16 Dániel
Nú fór Dániel inn og bað kongin geva sær tíð at umráða seg, so hann kundi týða konginum dreymin.
Dániel 2:17 Dániel
Síðani fór Dániel heimaftur og segði Hananja, Misael og Azarja, vinmonnum sínum, hvussu við visti,
Dániel 2:18 Dániel
og álegði teimum at biðja Gud Himmalsins um miskunn, so Hann opinberaði henda loyndardóm, og Dániel og vinmenn hansara ikki vórðu dripnir saman við hinum vísmonnunum í Bábel.
Dániel 2:19 Dániel
Tá varð loyndardómurin opinberaður Dániel í sjón um náttina. Og Dániel lovaði Gudi Himmalsins;
Dániel 2:20 Dániel
Dániel tók til orða og segði: „Lovað veri navn Guds frá ævi til ævi! Tí vísdómurin og styrkin hoyrir Honum til;
Dániel 2:21 Dániel
Hann umskiftir tíðir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hinum vitigu vit;
Dániel 2:22 Dániel
Hann opinberar hitt djúpa og loynda; Hann kennir tað, sum í myrkrinum er, og hjá Honum býr ljósið.
Dániel 2:23 Dániel
Tær, Gudi fedra mína, takki og lovi eg, tí Tú hevur givið mær vísdóm og styrki! Og nú hevur Tú kunngjørt mær tað, ið vit bóðu Teg um; tí tað, sum kongur vildi hava at vita, hevur Tú kunngjørt okkum.“
Dániel 2:24 Dániel
Dániel fór nú til Arjok, sum kongurin hevði givið boð um at drepa vísmenninar í Bábel; hann fór og segði við hann: „Drep ikki vísmenninar í Bábel! Leið meg inn fyri kong! So skal eg týða kongi dreymin.“
Dániel 2:25 Dániel
Arjok fór tá skundisliga inn fyri kongin við Dániel og segði við hann: „Eg havi millum hinar herleiddu úr Juda funnið mann, ið kann týða konginum dreymin!“
Dániel 2:26 Dániel
Kongurin tók til orða og spurdi Dániel – sum hevði fingið navnið Beltsazar: „Ert tú førur fyri at siga mær dreymin, ið eg havi havt, og týða hann?“
Dániel 2:27 Dániel
Dániel svaraði konginum: „Tann loyndardóm, ið kongurin vil hava at vita, eru eingir vísmenn, andamanarar, spámenn og stjørnutýðarar førir fyri at kunngera konginum.
Dániel 2:29 Dániel
Táið tú, kongurin, lást á legu tíni, stigu upp hjá tær hugsanir um, hvat ið mundi fara at verða á komandi tíðum; og Hann, sum opinberar loyndardómar, kunngjørdi tær tað, ið henda skal.
Dániel 2:30 Dániel
Mær er hesin loyndardómur opinberaður, ikki tí eg eigi nakran vísdóm fram um øll onnur, ið liva, men fyri at dreymurin skuldi verða týddur konginum, so tú skuldi fáa hugsanir hjarta tíns at vita.
Dániel 2:31 Dániel
Kongurin! Tú sást í sjón tíni stóra mynd; henda mynd var veldig og skein ovurhonds; hon stóð beint framman fyri teg, og var øgilig at síggja.
Dániel 2:32 Dániel
Høvd myndarinnar var av fínum gulli, bróstið og armarnir vóru av silvuri, búkurin og lendarnar av kopari,
Dániel 2:33 Dániel
beinini av jarni, og føturnir fyri ein part av jarni og fyri ein part av leiri.
Dániel 2:34 Dániel
Meðan tú hugdi at myndini, varð steinur rivin leysur – tó ikki við hondum – og hann rakti myndina á føturnar – sum vóru av jarni og leiri – og soraði teir.
Dániel 2:35 Dániel
Tá soraðist sundur alt í einum bæði jarnið, leirið, koparið, silvurið og gullið; tað var sum dumba á treskiplássi um summarið; vindurin tók tað, so einki sást aftur til tað. Men steinurin, ið rakti myndina, varð til stórt fjall, ið fylti upp alla jørðina.
Dániel 2:36 Dániel
Hetta var dreymurin; og nú skulu vit týða konginum hann.
Dániel 2:37 Dániel
Tú, kongurin, kongur konganna, sum Gud Himmalsins hevur givið ríkið, valdið, styrkina og heiðurin
Dániel 2:38 Dániel
– allastaðni har menniskjabørnini, dýrini á markini og fuglar himmalsins hava bústaðir sínar, hevur Hann givið tey í hond tína og gjørt teg til harra yvir teimum øllum – tú ert gullhøvdið.
Dániel 2:39 Dániel
Men eftir teg skal koma annað ríki, sum hevur minni at týða enn títt, og tínæst triðja ríkið – eitt, ið er av kopari, og sum skal valda yvir allari jørðini.
Dániel 2:40 Dániel
Síðani skal fjórða ríkið koma; tað skal vera sterkt sum jarn; tí jarn brýtur sundur og sorar alt, og sum jarn sorar sundur, skal tað sora og sláa sundur øll hini ríkini.
Dániel 2:41 Dániel
Men at føturnir og tærnar, ið tú sást, vóru fyri ein part av pottaraleiri og fyri ein part av jarni, talar um, at tað skal vera ríki við ongum samanhaldi; tó skal nakað av styrki jarnsins vera í tí – tú sást jú, at jarn var blandað upp í leirið.
Dániel 2:42 Dániel
Og at tærnar á fótunum vóru fyri ein part av jarni og fyri ein part av leiri, talar um, at ríkið skal vera fyri ein part sterkt og fyri ein part veikt.
Dániel 2:43 Dániel
At jarnið, ið tú sást, var blandað við leir, talar um, at teir við giftum skulu blanda seg saman, men at kortini einki samanhald skal vera teirra millum – eins og jarn og leir ikki samtykkja.
Dániel 2:44 Dániel
Og á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir
Dániel 2:45 Dániel
– tú sást jú, at steinur varð rivin leysur úr fjallinum – tó ikki við hondum – og soraði jarnið, koparið, leirið, silvurið og gullið. – Hin stóri Gud hevur kunngjørt konginum tað, sum henda skal í framtíðini, og fastur stendur dreymurin, og álítandi er týðingin.“
Dániel 2:46 Dániel
Tá fall Nebukadnezar kongur niður á andlit sítt og tilbað Dániel, og hann beyð, at teir skuldu ofra honum matoffur og roykilsi.
Dániel 2:47 Dániel
Kongurin tók til orða og segði við Dániel: „Satt er tað, at Gud tykkara er Gud gudanna og Harri konganna og ein, sum opinberar loyndardómar, síðani tú vart førur fyri at opinbera henda loyndardóm!“
Dániel 2:48 Dániel
So gjørdi kongurin Dániel til stóran mann; hann gav honum gávur, nógvar og stórar, og setti hann til harra yvir øllum landspartinum Bábel og til hægsta fyristøðumann alra vísmanna í Bábel.
Dániel 2:49 Dániel
Men við tað at Dániel bað hann um tað, setti kongurin Sadrak, Mesak og Abed-Nego at stýra landspartinum Bábel; Dániel sjálvur varð verandi við hirð kongsins.
Dániel 10:14 Dániel
Og nú eri eg komin at lata teg vita, hvussu fer at gangast fólki tínum á síðstu døgum – tí hetta er uppaftur sjón, ið peikar á teir dagar.“