at undirskriva lán saman við øðrum
43 versir um "at undirskriva lán saman við øðrum"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 17:18 Orðtøkini
Tað menniskja, sum einki vit hevur, gevur handtak og gongur í ábyrgd fyri næsta sín.
Orðtøkini 11:15 Orðtøkini
Illa gongst tí, sum gongur í ábyrgd fyri ein annan, men tann, ið skýggjar at geva handtak, er tryggur.
Orðtøkini 22:26 Orðtøkini
Ver ikki millum teirra, sum geva handtak, millum teirra, sum ganga í ábyrgd fyri skuld!
Orðtøkini 22:27 Orðtøkini
Hví skal songin undir tær verða tikin burt, táið tú einki eigur at gjalda við!
Sálmarnir 37:21 Sálmarnir
Hin gudleysi lænir, og ber ikki aftur; men hin rættvísi ger miskunn og gevur;
Orðtøkini 6:1 Orðtøkini
Sonur mín! Hevur tú gingið í ábyrgd fyri næsta tín, hevur tú givið handtak fyri annan mann,
Orðtøkini 6:2 Orðtøkini
hevur tú latið teg bundið við orðum muns tíns, hevur tú latið teg fangað við orðum muns tíns,
Orðtøkini 6:3 Orðtøkini
so ger meðni hetta, sonur mín, og bjarga tær, síðani tú ert komin í hendur næsta tíns: Far og kasta teg niður fyri næsta tínum, gakk á hann,
Orðtøkini 6:4 Orðtøkini
unn ikki eygum tínum svøvn, ikki eygnalokum tínum blund,
Orðtøkini 6:5 Orðtøkini
bjarga tær sum skógargeit úr snerruni, sum fugli úr hond fuglamansins!
Orðtøkini 6:6 Orðtøkini
Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!
Orðtøkini 6:7 Orðtøkini
Hon hevur hvørki høvdinga, fúta ella harra,
Orðtøkini 6:8 Orðtøkini
og kortini ger hon um summarið føði sína til, sankar um heystið mat sín.
Orðtøkini 6:9 Orðtøkini
Hvussu leingi ætlar tú at liggja, letingi, nær fert tú at reisast av svøvni?
Orðtøkini 6:10 Orðtøkini
[Tú sigur:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
Orðtøkini 6:11 Orðtøkini
– Sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
Orðtøkini 6:12 Orðtøkini
Níðingur, illgerðarmaður er tann, ið gongur um við sviki í munni,
Orðtøkini 6:13 Orðtøkini
sum blunkar við eyganum, talar við fótinum og ger tekin við fingrunum;
Orðtøkini 6:14 Orðtøkini
svik hevur slíkur í hjartanum, altíð upphugsar hann ilt í hjartanum og voldir trætur.
Orðtøkini 6:15 Orðtøkini
Vanlukkan skal tí koma brádliga á hann; snøggliga verður hann ógrøðandi sundursoraður.
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini
hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini
tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
Orðtøkini 6:20 Orðtøkini
Sonur mín! Goym boð faðirs tíns, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
Orðtøkini 6:21 Orðtøkini
Bind tær tað altíð at hjarta, knýt tær tað fast um hálsin!
Orðtøkini 6:22 Orðtøkini
Tað skal leiða teg, táið tú gongur, halda vakt yvir tær, táið tú liggur, og tala við teg, táið tú vaknar.
Orðtøkini 6:23 Orðtøkini
Tí boðið er lykt, læran ljós, og revsandi áminningar eru vegur lívsins.
Orðtøkini 6:24 Orðtøkini
Tey varða teg fyri óndum kvinnum, fyri hálu tungu konu annars mans.
Orðtøkini 6:25 Orðtøkini
– Tráa ikki í hjarta tínum eftir vakurleika hennara, lat hana ikki fanga teg við eygnakøstum sínum!
Orðtøkini 6:26 Orðtøkini
Tí skøkjan armar mann út líka til síðstu breyðflís, og kona annars mans fangar dýrabara sál.
Orðtøkini 6:27 Orðtøkini
Man nakar fáa borið eld í barminum, uttan at klæði hansara brennast!
Orðtøkini 6:28 Orðtøkini
Man nakar fáa gingið á glóðum og brenna ikki føturnar!
Orðtøkini 6:29 Orðtøkini
– Og so verður við honum, ið fer inn til konu næsta síns; eingin, ið nemur hana, sleppur undan revsing.
Orðtøkini 6:30 Orðtøkini
Verður tjóvurin ikki vanvirdur, táið hann stjelur, um tað so er fyri at stilla svongd sína!
Orðtøkini 6:31 Orðtøkini
Og verður hann tikin, má hann bøta sjeyfalt; alt hann eigur í húsinum, noyðist hann at lata.
Orðtøkini 6:32 Orðtøkini
Tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur; eingin ger slíkt uttan tann, ið vil forkoma sær sjálvum.
Orðtøkini 6:33 Orðtøkini
Høgg og skomm, tað er tað, ið hann vinnur, og vanæra hansara verður aldri útstrikað.
Orðtøkini 6:34 Orðtøkini
Tí illur verður maðurin um, at tú hevur gingið honum ov nær, og hann sparir ikki hevndardagin;
Orðtøkini 6:35 Orðtøkini
líka leggur hann í bøtur, og hann blíðkast ikki, um tú so býður honum stórar gávur.
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Prædikarin 5:5 Prædikarin
Lat ikki munn tín draga skyld oman yvir likam títt, og sig ikki við sendiboð Guds: „Eg leyp framav!“ – Manst tú vilja, at Gud skal verða vreiður um tað, ið tú sigur, og bróta niður handaverk títt!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.