at trúgva
34 versir um "at trúgva"
Versir
Síða 1 av 1Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Markus 11:22 Markus
Jesus svaraði teimum: „Havið trúgv til Gud!
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Jóhannes 20:29 Jóhannes
Jesus segði við hann: „Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!“
Jóhannes 6:29 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.“
Ápostlasøgan 16:31 Ápostlasøgan
Teir svaraðu: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Markus 9:23 Markus
Jesus segði við hann: „Um Eg eri mentur! Alt er honum møguligt, sum trýr!“
Amos 9:1 Amos
Eg sá Harran standa við altarið, og Hann segði: Slá undir súluhøvdini, so gáttirnar ristast – sora tey sundur, so tey detta niður yvir høvdini á teimum øllum! Seinastu leivdina av teimum skal Eg drepa við svørði; eingin teirra skal sleppa undan, eingin teirra skal bjargast.
Amos 9:2 Amos
Bróta tey seg inn í deyðaríkið, skal hond Mín taka tey út haðani, og fara tey upp til Himmals, skal Eg stoyta teimum oman haðani;
Amos 9:3 Amos
fjala tey seg á Karmelstindi, skal Eg leita tey upp og taka tey haðani, og fjala tey seg fyri eygum Mínum á botni havsins, skal Eg har geva orminum boð um at bíta tey;
Amos 9:4 Amos
verða tey av fíggindum sínum flutt burt í útlegd, skal Eg geva svørðinum boð um at drepa tey – ja, Eg skal lata eyga Mítt hvíla á teimum, til ilt og ikki til gott!
Amos 9:5 Amos
Harrin HARRIN, Gud herskaranna, Hann, sum nemur við jørðina – og hon bráðnar, og øll, ið á henni búgva, syrgja, ja, øll jørðin stígur upp eins og Nilá og minkar sum Egyptalandsá –
Amos 9:6 Amos
Hann hevur í Himli bygt hásal Sín og grundfest hvølv Sítt yvir jørðini, Hann rópar vatnið í sjónum og stoytir tað yvir jørðina – HARRIN er navn Hansara.
Amos 9:7 Amos
Eru tit Mær ikki sum Etioparar, tit Ísraelsmenn! – sigur HARRIN; havi Eg ikki leitt Ísrael út av Egyptalandi, Filistarar úr Kaftor og Áramearar úr Kir!
Amos 9:8 Amos
Eygu Harrans HARRANS eru vend móti hesum syndafulla ríki, og Eg skal strika tað út av jørðini – tó skal Eg ikki heilt forkoma húsi Jákups – sigur HARRIN.
Amos 9:9 Amos
Tí Eg gevi tað boð, at hús Ísraels skal verða rist millum øll fólkasløg, eins og foykt verður í trognum, uttan at so mikið sum eitt korn fellur til jarðar.
Amos 9:10 Amos
Fyri svørði skulu teir falla, allir syndarar í fólki Mínum, teir, sum siga: „Vanlukkan skal ikki náa okkum og ikki koma á okkum!“
Amos 9:11 Amos
Tann dag skal Eg reisa upp aftur falna hús Dávids; Eg skal múra aftur rivur tess, reisa aftur tað, sum niðurbrotið er av tí, og byggja tað upp aftur sum í gomlum døgum,
Amos 9:12 Amos
so tey fáa tikið í ogn tað, sum eftir er av Edom, og øll heidningafólkini, ið navn Mítt er nevnt yvir – sigur HARRIN, Hann, sum ger hetta.
Amos 9:13 Amos
Dagar skulu koma – sigur HARRIN – táið tann, ið pløgir, skal náa tí, sum heystar, táið tann, ið treður vínber, skal náa tí, sum sáar sáðið, og táið vínberjaløgur skal dryppa av fjøllunum, og renna skal útav á øllum heyggjum.
Amos 9:14 Amos
Tá skal Eg venda lagnu fólks Míns, Ísraels; teir skulu byggja upp aftur býirnar, sum lagdir eru í oyði, og búgva har, planta víngarðar og drekka vínið úr teimum, dýrka urtagarðar og eta ávøkst teirra.
Amos 9:15 Amos
Eg skal planta tey í landi teirra, og aldri aftur skulu tey verða rykt upp úr landi sínum, sum Eg havi givið teimum – sigur HARRIN Gud tín.
Matteus 21:22 Matteus
Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.“
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:23 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er boð Hansara, at vit skulu trúgva á navn Sonar Hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan eftir boðnum, ið Hann gav okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:24 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið heldur boð Hansara, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. Og at Hann verður verandi í okkum, vita vit av Andanum, ið Hann gav okkum.
Markus 5:36 Markus
Men Jesus hoyrdi orðið, ið sagt varð, og segði við sýnagogustjóran: „Óttast ikki, trúgv bert!“
Markus 9:24 Markus
Við tað sama rópti faðir barnsins: „Eg trúgvi – hjálp vantrúgv míni!“
Jóhannes 6:35 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta.
Rómverjabrævið 10:10 Rómverjabrævið
Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið
Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.