at traðka á fremmandan ogn

7 versir um "at traðka á fremmandan ogn"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 22:9 Onnur Mósebók

Altíð táið tað er søk um óærligan atburð við góðsi – tað veri nú neyt, esil, seyður, klæði ella okkurt annað, ið mist er – og ein so sigur: „Hetta er tað!“ so skulu báðir partar koma fram fyri Gud, og tann, ið Gud dømir sekan, hann skal lata hin fáa tvífalt aftur.

2
Triðja Mósebók 5:6 Triðja Mósebók

og til bót fyri syndina, ið hann hevur gjørt, skal hann sum syndoffur bera HARRANUM fram eitt kríatúr av honslagi av smáfænum, ær ella geit, og presturin skal gera bót fyri hann og gera hann reinan fyri synd hansara.

2
Triðja Mósebók 5:15 Triðja Mósebók

„Táið onkur av misgáum ognar sær nakað av tí, ið vígt er HARRANUM, og soleiðis verður sekur í sviki, skal hann í bót fyri synd sína ofra HARRANUM sum skyldoffur lýtaleysan veðr av smáfæi sínum, ein, ið er mettur til í minsta lagi tveir silvurseklar eftir halgidómsvektini.

2
Triðja Mósebók 5:16 Triðja Mósebók

Og tað, ið hann av órøttum hevur ognað sær av hinum vígdu gávum, skal hann lata aftur fyri og leggja fimtingin aftrat. Hann skal fáa prestinum tað, og táið presturin hevur gjørt bót fyri hann við skyldoffurveðrinum, fær hann fyrigeving.

2
Triðja Mósebók 6:5 Triðja Mósebók

Men eldurin skal verða hildin brennandi á altarinum, hann má ikki doyggja út; hvønn morgun skal presturin leggja við aftrat eldinum og leggja brenniofrið oman á viðin og so brenna tað feita av takkofrinum á honum.

2
Triðja Mósebók 6:6 Triðja Mósebók

– Eldurin skal brenna á altarinum samt og javnt; hann má aldri kólna út.

2
Triðja Mósebók 14:13 Triðja Mósebók

Lambið skal verða dripið, har sum syndofrið og brenniofrið verða dripin, á hinum heilaga staði; tí eins og syndofrið, so hoyrir eisini skyldofrið prestinum til; tað er háheilagt.

2