at tæna teimum ófrelsu
131 versir um "at tæna teimum ófrelsu"
Versir
Síða 3 av 3Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið
Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið
Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið
Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kolossibrævið 3:18 Kolossibrævið
Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!
Kolossibrævið 3:19 Kolossibrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!
Kolossibrævið 3:20 Kolossibrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Kolossibrævið 3:22 Kolossibrævið
Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Kolossibrævið 3:25 Kolossibrævið
Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.
Markus 16:15 Markus
Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
Fyrra Timoteusarbrævið 4:2 Fyrra Timoteusarbrævið
við hykli lygilærara, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku,
Fyrra Timoteusarbrævið 4:3 Fyrra Timoteusarbrævið
sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;
Fyrra Timoteusarbrævið 4:5 Fyrra Timoteusarbrævið
tí tað verður halgað við orði Guds og bøn.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Táið tú lærir brøðurnar hetta, ert tú góður tænari Krists Jesu, sum verður fostraður upp við orðum trúarinnar og hinnar góðu læru, ið tú hevur fylgt.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hinum vanheilagu kellingaævintýrum skalt tú sigast undan; ven teg heldur til gudsótta!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:9 Fyrra Timoteusarbrævið
– Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí er tað, vit arbeiða og verða háðaðir – tí vit hava sett vón okkara á hin livandi Gud, sum er Frelsari alra menniskja, mest teirra, sum trúgva.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta skalt tú áleggja og læra.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er – sum varð givin tær við profetorðum, við handaálegging hinna elstu!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber!
Fyrra Timoteusarbrævið 4:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.