at tæna (t.d. andaliga)

25 versir um "at tæna (t.d. andaliga)"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

2
Matteus 28:18 Matteus

Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.

2
Matteus 28:19 Matteus

Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,

2
Matteus 28:20 Matteus

og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“

2
Ápostlasøgan 20:24 Ápostlasøgan

Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi – at vitna um náðievangelium Guds.

2
Seinna Korintbrævið 3:6 Seinna Korintbrævið

sum eisini gjørdi okkum førar fyri at vera tænarar hjá nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men Anda; tí bókstavurin drepur, men Andin ger livandi.

2
Seinna Korintbrævið 6:3 Seinna Korintbrævið

Vit eru á ongan hátt til ástoyt – fyri at tænastan skal ikki verða lastað.

2
Seinna Korintbrævið 6:4 Seinna Korintbrævið

Nei, í øllum prógva vit okkum sum tænarar Guds: Við miklum toli í trongdum, í neyð, í angist,

2
Seinna Korintbrævið 6:5 Seinna Korintbrævið

undir sløgum, í fangahúsum, í uppreistrum, í møði, í náttarvøku, í føstu,

2
Seinna Korintbrævið 6:6 Seinna Korintbrævið

við reinleika, við kunnskapi, við langmóði, við mildleika, við Heilaga Andanum, við kærleika, sum ikki er bert eiti,

2
Seinna Korintbrævið 6:7 Seinna Korintbrævið

við sannleiksorði, við kraft Guds, við rættvísivápnum, bæði til álop og verju,

2
Seinna Korintbrævið 6:8 Seinna Korintbrævið

í æru og vanæru, í ringum orði og góðum orði, sum villleiðarar og tó sannorðaðir,

2
Seinna Korintbrævið 6:9 Seinna Korintbrævið

sum ókendir og tó vælkendir, sum teir, ið doyggja, og vit liva tó enn, sum teir, ið verða tyktaðir, men tó ikki dripnir,

2
Seinna Korintbrævið 6:10 Seinna Korintbrævið

sum sorgarfullir, men altíð glaðir, sum fátækir, ið tó gera mong rík, sum teir, ið einki hava og tó eiga alt.

2
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið

Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,

2
Efesusbrævið 4:12 Efesusbrævið

fyri at hini heilagu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,

2
Efesusbrævið 4:13 Efesusbrævið

inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists.

2
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið

Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!

2
Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið

Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!

2
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

2
Hebrearabrævið 1:14 Hebrearabrævið

– Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!

2
Hebrearabrævið 13:2 Hebrearabrævið

Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.

2
Hebrearabrævið 13:7 Hebrearabrævið

Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2