at tilbiðja

29 versir um "at tilbiðja"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 118:1 Sálmarnir

Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

3
Sálmarnir 118:2 Sálmarnir

Tað sigi Ísrael, tí náði Hansara varir í allar ævir!

3
Sálmarnir 118:3 Sálmarnir

Tað sigi hús Árons, tí náði Hansara varir í allar ævir!

3
Sálmarnir 118:4 Sálmarnir

Tað sigi tey, ið óttast HARRAN, tí náði Hansara varir í allar ævir!

3
Sálmarnir 118:5 Sálmarnir

Út úr trongdini kallaði eg á HARRAN; HARRIN svaraði mær og leiddi meg út á rúmt land.

3
Sálmarnir 118:6 Sálmarnir

HARRIN er við mær, eg óttist ikki; hvat kann maður fáa gjørt mær!

3
Sálmarnir 118:7 Sálmarnir

HARRIN, Hann er hjálpari mín; eg skal við gleði skoða teir, ið hata meg.

3
Sálmarnir 118:8 Sálmarnir

Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju;

3
Sálmarnir 118:9 Sálmarnir

betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á høvdingar.

3
Sálmarnir 118:10 Sálmarnir

Allir heidningar kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;

3
Sálmarnir 118:11 Sálmarnir

teir eru rundan um meg, ja, teir kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;

3
Sálmarnir 118:12 Sálmarnir

sum býflugur eru teir rundan um meg, men teir sløkna sum eldur í tornum; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður.

3
Sálmarnir 118:13 Sálmarnir

Hart varð eg raktur, fyri at eg skuldi falla; men HARRIN hjálpti mær.

3
Sálmarnir 118:14 Sálmarnir

Styrki og lovsongur mín er HARRIN, og Hann varð mær til frelsu.

3
Sálmarnir 118:15 Sálmarnir

Fagnaðar- og sigursróp hoyrast í tjøldum hinna rættvísu; høgra hond HARRANS ger stórverk.

3
Sálmarnir 118:16 Sálmarnir

Høgra hond HARRANS setur høgt, høgra hond HARRANS ger stórverk.

3
Sálmarnir 118:17 Sálmarnir

Eg skal ikki doyggja, men liva og bera boð um verk HARRANS.

3
Sálmarnir 118:18 Sálmarnir

Hart tyktaði HARRIN meg, men til deyðan gav Hann meg ikki upp.

3
Sálmarnir 118:19 Sálmarnir

Latið mær upp rættvísiportur! Eg fari inn um tey og takki HARRANUM.

3
Sálmarnir 118:20 Sálmarnir

Hetta er portur HARRANS; rættvís fara inn um tað.

3
Sálmarnir 118:21 Sálmarnir

Eg takki Tær, tí Tú svaraði mær og vart mær til frelsu.

3
Sálmarnir 118:22 Sálmarnir

Steinurin, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, er vorðin hornsteinur.

3
Sálmarnir 118:23 Sálmarnir

Frá HARRANUM er hetta komið, tað er undurfult í eygum okkara.

3
Sálmarnir 118:24 Sálmarnir

Hesin er dagurin, ið HARRIN hevur gjørt; latið okkum fegnast og gleðast á honum!

3
Sálmarnir 118:25 Sálmarnir

Á HARRI, frels! Á HARRI, lat tað eydnast!

3
Sálmarnir 118:26 Sálmarnir

– Signaður veri Hann, sum kemur, í navni HARRANS! Vit signa tykkum úr húsi HARRANS.

3
Sálmarnir 118:27 Sálmarnir

HARRIN er Gud, og Hann læt verða ljóst hjá okkum. Bindið hátíðarofrið í togum líka inn at altarhornunum!

3
Sálmarnir 118:28 Sálmarnir

Tú ert Gud mín – eg takki Tær; Gud mín – eg geri Teg stóran!

3
Sálmarnir 118:29 Sálmarnir

Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

3