at tigga
19 versir um "at tigga"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 37:25 Sálmarnir
Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.
Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
Jákupsbrævið 4:3 Jákupsbrævið
tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa – fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara.
Lukas 16:3 Lukas
Men húshaldarin segði við sær sjálvum: „Hvat skal eg gera, nú harri mín tekur húshaldið av mær! Eg eri ikki mentur at velta, og eg skammist at bidda.
Fimta Mósebók 8:3 Fimta Mósebók
Ja, Hann eyðmýkti teg og læt teg svølta, og Hann gav tær manna at eta, føði, sum hvørki tú ella fedrar tínir kendu – so tú skuldi vita, at menniskjað livir ikki bert av breyði, men at menniskjað livir av hvørjum orði, ið gongur út av munni HARRANS.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Orðtøkini 13:4 Orðtøkini
Hin lati tráar – og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett.
Orðtøkini 20:4 Orðtøkini
Um veturin vil letingin ikki pløga; tí leitar hann um heystið eftir grøði, men finnur onga.
Matteus 26:39 Matteus
So fór Hann eitt sindur longur, fall á andlit Sítt, bað og segði: „Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“
Fyrsta Mósebók 50:17 Fyrsta Mósebók
„Soleiðis skulu tit siga við Jósef: Góði, fyrigev brøðrum tínum tað, ið teir hava forbrotið seg og syndað – tí teir gjørdu illa við teg!“ – So fyrigev nú okkum, sum eisini tæna Gudi faðirs tíns, misgerð okkara!“ – Tá græt Jósef, táið teir sendu honum hesi boð.
Esaias 8:21 Esaias
so skulu tey reika um landið, hart plágað og hungrandi, og táið tey hungra, kemur ilt í tey, og tey banna kongi og Gudi sínum. Tey skulu venda eygunum uppeftir,
Jóhannes 6:44 Jóhannes
Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
Seinna Tessalonikabrævið 3:10 Seinna Tessalonikabrævið
Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta.