at tendra kertur

82 versir um "at tendra kertur"

Versir

Síða 2 av 2
Jóhannes 1:50 Jóhannes

Natanael svaraði Honum: „Rabbi, Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!“

4
Jóhannes 1:51 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!“

4
Sálmarnir 18:28 Sálmarnir

Tú veitir hinum ørmu frelsu, men eyðmýkir hini stoltu eygu.

3
Matteus 5:15 Matteus

Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.

3
Markus 4:21 Markus

Síðani segði Hann við teir: „Man ljósið koma inn at verða sett undir skeppumálið ella undir song! Kemur tað ikki at verða sett í ljósastakan!

3
Markus 4:22 Markus

Tí einki er loynt uttan fyri at koma upp; ei heldur varð nakað dult uttan fyri at koma í ljós.

3
Markus 4:23 Markus

Hevur onkur oyru at hoyra við, hann hoyri!“

3
Markus 13:21 Markus

Sigur tá onkur við tykkum: „Hyggið, her er Kristus!“ ella: „Hyggið, har!“ tá trúgvið tí ikki!

3
Markus 13:22 Markus

Tí lygikristar og lygiprofetar skulu standa fram og gera tekin og undur fyri at villleiða hini útvaldu – um tað var møguligt.

3
Markus 13:23 Markus

Men tit – varðið tykkum! Eg havi sagt tykkum alt frammanundan.

3
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

3
Job 29:3 Job

táið lampa Hansara lýsti yvir høvdi mínum, og eg við ljósi Hansara gekk gjøgnum myrkrið,

2
Orðtøkini 20:27 Orðtøkini

Andi menniskjans er lampa HARRANS, sum rannsakar øll kømur í hjarta hansara.

2
Orðtøkini 24:20 Orðtøkini

Tí hini óndu hava onga framtíð, lampa gudleysra sløknar.

2
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

2
Lukas 11:33 Lukas

Eingin tendrar ljós og krógvar tað burtur ella setur tað undir skeppumálið; nei, hann setur tað í ljósastakan, so tey, sum inn koma, skulu síggja skinið av tí.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 8:12 Jóhannes

Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“

2
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið

Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;

2
Opinberingin 8:1 Opinberingin

Táið lambið læt upp sjeynda innsiglið, varð tøgn í Himli okkurt um hálvan tíma.

2
Opinberingin 8:2 Opinberingin

Eg sá hinar sjey einglarnar, ið standa fyri ásjón Guds; teimum vórðu givnir sjey lúðrar.

2
Opinberingin 8:3 Opinberingin

Annar eingil kom og stóð við altarið; hann hevði roykilsisílat av gulli, og honum varð givið nógv roykilsi, fyri at hann skuldi leggja tað aftrat bønum alra hinna heilagra á gullaltarið framman fyri hásætið.

2
Opinberingin 8:4 Opinberingin

Úr hond eingilsins steig roykurin av roykilsinum við bønum hinna heilagra upp fyri ásjón Guds.

2
Opinberingin 8:5 Opinberingin

Eingilin tók roykilsisílatið, fylti tað við eldi av altarinum og kastaði hann á jørðina. Tá komu torur, røddir, snarljós og jarðskjálvti.

2
Opinberingin 8:6 Opinberingin

Hinir sjey einglarnir, ið høvdu hinar sjey lúðrarnar, gjørdu seg nú til at blása í teir.

2
Opinberingin 8:7 Opinberingin

Fyrsti eingilin blásti í lúður, tá kom heglingur og eldur, blandað við blóð, og tað varð kastað á jørðina. Og triðingurin av jørðini brendist upp, triðingurin av trøunum brendist upp, og alt grønt gras brendist upp.

2
Opinberingin 8:8 Opinberingin

Annar eingilin blásti í lúður; tá varð eins og stórt, brennandi fjall kastað í havið. Og triðingurin av havinum varð blóð.

2
Opinberingin 8:9 Opinberingin

Triðingurin av hinum livandi skapningum, sum í havinum vóru, doyði, og triðingurin av skipunum gekk burtur.

2
Opinberingin 8:10 Opinberingin

Triði eingilin blásti í lúður; tá fall niður av himli stór stjørna, brennandi sum kyndil; hon fall á triðingin av áunum og á vatnkeldurnar.

2
Opinberingin 8:11 Opinberingin

Navn stjørnunnar var Malurt. Og triðingurin av vøtnunum varð malurt, og nógv fólk doyði av vatninum, tí tað var vorðið beiskt.

2
Opinberingin 8:12 Opinberingin

Fjórði eingilin blásti í lúður; tá varð triðingurin av sólini raktur, og triðingurin av mánanum og triðingurin av stjørnunum, so at triðingurin av teimum varð myrkur; dagurin misti triðingin av ljósi sínum, somuleiðis náttin.

2
Opinberingin 8:13 Opinberingin

Síðani sá eg – og eg hoyrdi ørn, ið fleyg mitt uppi undir himli, siga hart: „Vei, vei, vei teimum, ið á jørðini búgva, táið hinir tríggir einglarnir, sum blása skulu í lúður, lata lúðrar sínar ljóða!“

2