at telja signingar tínar
45 versir um "at telja signingar tínar"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 103:2 Sálmarnir
Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!
Sálmarnir 103:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!
Sálmarnir 103:3 Sálmarnir
Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar,
Sálmarnir 103:4 Sálmarnir
sum loysir lív títt frá grøvini og krýnir teg við náði og miskunn,
Sálmarnir 103:5 Sálmarnir
sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin.
Sálmarnir 103:6 Sálmarnir
HARRIN ger rættvísi og rætt móti øllum kúgaðum.
Sálmarnir 103:7 Sálmarnir
Hann læt Móses vita vegir Sínar, børn Ísraels verk Síni.
Sálmarnir 103:8 Sálmarnir
Miskunnsamur og náðigur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í mildleika.
Sálmarnir 103:9 Sálmarnir
Hann heldur ikki við at hava nakað ímóti einum, og Hann goymir ikki til ævigar tíðir vreiði.
Sálmarnir 103:10 Sálmarnir
Hann ger ikki við okkum eftir syndum okkara og lønir okkum ikki eftir misgerðum okkara.
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið
Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Sálmarnir 118:1 Sálmarnir
Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!
Sálmarnir 118:2 Sálmarnir
Tað sigi Ísrael, tí náði Hansara varir í allar ævir!
Sálmarnir 118:3 Sálmarnir
Tað sigi hús Árons, tí náði Hansara varir í allar ævir!
Sálmarnir 118:4 Sálmarnir
Tað sigi tey, ið óttast HARRAN, tí náði Hansara varir í allar ævir!
Sálmarnir 118:5 Sálmarnir
Út úr trongdini kallaði eg á HARRAN; HARRIN svaraði mær og leiddi meg út á rúmt land.
Sálmarnir 118:6 Sálmarnir
HARRIN er við mær, eg óttist ikki; hvat kann maður fáa gjørt mær!
Sálmarnir 118:7 Sálmarnir
HARRIN, Hann er hjálpari mín; eg skal við gleði skoða teir, ið hata meg.
Sálmarnir 118:8 Sálmarnir
Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju;
Sálmarnir 118:9 Sálmarnir
betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á høvdingar.
Sálmarnir 118:10 Sálmarnir
Allir heidningar kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;
Sálmarnir 118:11 Sálmarnir
teir eru rundan um meg, ja, teir kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;
Sálmarnir 118:12 Sálmarnir
sum býflugur eru teir rundan um meg, men teir sløkna sum eldur í tornum; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður.
Sálmarnir 118:13 Sálmarnir
Hart varð eg raktur, fyri at eg skuldi falla; men HARRIN hjálpti mær.
Sálmarnir 118:14 Sálmarnir
Styrki og lovsongur mín er HARRIN, og Hann varð mær til frelsu.
Sálmarnir 118:15 Sálmarnir
Fagnaðar- og sigursróp hoyrast í tjøldum hinna rættvísu; høgra hond HARRANS ger stórverk.
Sálmarnir 118:16 Sálmarnir
Høgra hond HARRANS setur høgt, høgra hond HARRANS ger stórverk.
Sálmarnir 118:17 Sálmarnir
Eg skal ikki doyggja, men liva og bera boð um verk HARRANS.
Sálmarnir 118:18 Sálmarnir
Hart tyktaði HARRIN meg, men til deyðan gav Hann meg ikki upp.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Filippibrævið 4:19 Filippibrævið
Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.
Fjórða Mósebók 6:24 Fjórða Mósebók
„HARRIN signi teg og varðveiti teg!
Fjórða Mósebók 6:25 Fjórða Mósebók
HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!
Fjórða Mósebók 6:26 Fjórða Mósebók
HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!““
Sálmarnir 20:4 Sálmarnir
Hann minnist øll matoffur tíni og taki brennioffur títt fyri gott! – Sela.
Sálmarnir 34:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Táið hann lætst óður fyri Abimelek, so hann rak hann frá sær, og hann fór avstað.
Sálmarnir 34:2 Sálmarnir
Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.
Sálmarnir 34:3 Sálmarnir
Sál mín skal rósa sær av HARRANUM; hini eyðmjúku skulu hoyra tað og gleðast.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Matteus 5:9 Matteus
Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.
Efesusbrævið 1:3 Efesusbrævið
Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing í hinum himmalska í Kristusi,
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!