at takka

32 versir um "at takka"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Tessalonikabrævið 5:18 Fyrra Tessalonikabrævið

Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!

6
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið

Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!

4
Fyrra Tessalonikabrævið 5:16 Fyrra Tessalonikabrævið

Verið altíð glaðir!

4
Fyrra Tessalonikabrævið 5:17 Fyrra Tessalonikabrævið

Biðið uttan íhald!

4
Sálmarnir 100:1 Sálmarnir

Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!

3
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir

Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!

3
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir

Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.

3
Sálmarnir 100:4 Sálmarnir

Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!

3
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir

Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.

3
Sálmarnir 107:1 Sálmarnir

Prísið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

3
Efesusbrævið 5:20 Efesusbrævið

og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt, í navni Harra okkara Jesu Krists!

3
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

3
Fyrra Krønikubók 16:34 Fyrra Krønikubók

Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, miskunn Hansara varir í allar ævir!

2
Fyrra Krønikubók 29:10 Fyrra Krønikubók

Dávid lovaði HARRANUM, meðan øll samkoman hoyrdi, og hann segði: „Lovaður veri Tú, HARRI, Gud faðirs okkara Ísraels, frá ævi til ævi!

2
Fyrra Krønikubók 29:11 Fyrra Krønikubók

Tín, HARRI, er stórleikin, mátturin, heiðurin, dýrdin og hátignin, ja, alt í Himli og á jørð! Títt, HARRI, er ríkið, og Tú situr høgt yvir øllum og hevur alt í valdi Tínum!

2
Fyrra Krønikubók 29:12 Fyrra Krønikubók

Ríkidømi og heiður kemur frá Tær, og Tú ræður yvir øllum; í hond Tíni er styrki og megi, í hond Tíni stendur tað at gera stórt og sterkt, hvat ið tað so skal vera.

2
Fyrra Krønikubók 29:13 Fyrra Krønikubók

Tí prísa vit nú Tær, Gud okkara, og lova dýra navni Tínum.

2
Fyrra Krønikubók 29:14 Fyrra Krønikubók

Tí hvat eri eg, og hvat er fólk mítt, at vit skuldu verið førir fyri at givið slíkar sjálvkravdar gávur! Frá Tær kemur tað, alt sum tað er, og av tí, sum hond Tín hevur givið okkum, hava vit givið Tær.

2
Fyrra Krønikubók 29:15 Fyrra Krønikubók

Tí vit eru fremmandir fyri ásjón Tíni og gestir, sum allir fedrar okkara; sum skuggi eru dagar okkara á jørðini, og vónleysir.

2
Fyrra Krønikubók 29:16 Fyrra Krønikubók

HARRI Gud okkara! Alt hetta ríkidømi, ið vit hava savnað saman til at byggja Tær – heilaga navni Tínum – hús, tað kemur úr hond Tíni – Títt er tað alt samalt!

2
Fyrra Krønikubók 29:17 Fyrra Krønikubók

Eg veit, Gud mín, at Tú rannsakar hjørtu, og at Tær líkar satt hjarta; av sonnum hjarta havi eg villiga givið Tær alt hetta, og við gleði havi eg nú sæð, hvussu fólk Títt, ið her stendur, sjálvkravt hevur givið Tær gávur sínar.

2
Fyrra Krønikubók 29:18 Fyrra Krønikubók

HARRI, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels, fedra okkara! Lat hetta altíð verða hjartalag og tankar fólks Tíns, og vend hjarta teirra til Tín!

2
Fyrra Krønikubók 29:19 Fyrra Krønikubók

Og gev nú syni mínum Sálomo heilt hjarta til at halda boð Tíni og vitnisburðir og lógir Tínar og til at útinna tað alt samalt og byggja hesa borg, ið eg havi savnað tilfar til!“

2
Fyrra Krønikubók 29:20 Fyrra Krønikubók

Nú segði Dávid við alla samkomuna: „Lovið HARRANUM Gudi tykkara!“ Øll samkoman lovaði tá HARRANUM Gudi fedra sína, og tey boygdu seg og kastaðu seg niður fyri HARRANUM og konginum.

2
Sálmarnir 69:30 Sálmarnir

Men Eg eri armur og pínufullur; lat frelsu Tína, Gud, bjarga Mær!

2
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir

Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!

2
Lukas 6:38 Lukas

Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“

2
Fyrra Korintbrævið 1:4 Fyrra Korintbrævið

Eg takki altíð Gudi mínum fyri tykkum, fyri ta náði Guds, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi,

2
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið

Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!

2
Kolossibrævið 4:2 Kolossibrævið

Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!

2
Hebrearabrævið 13:15 Hebrearabrævið

Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara!

2
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið

Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.

2