at taka synd upp
9 versir um "at taka synd upp"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 17:3 Lukas
Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum!
Galatiabrævið 6:1 Galatiabrævið
Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:20 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, ið synda, skalt tú hava at, so allir hoyra, so eisini hinir kunnu hava ótta.
Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Matteus 18:16 Matteus
Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!
Matteus 18:17 Matteus
Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.
Efesusbrævið 4:15 Efesusbrævið
Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.
Jákupsbrævið 5:19 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann –
Jákupsbrævið 5:20 Jákupsbrævið
hesin skal vita, at tann, ið umvendir syndara frá villu vegar hansara, frelsir sál frá deyðanum og fjalir fjøld synda.