at taka rætta avgerð
20 versir um "at taka rætta avgerð"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Sálmarnir 32:8 Sálmarnir
„Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“
Orðtøkini 11:14 Orðtøkini
Har sum einki stýri er, fellur fólkið, men har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Jákupsbrævið 1:5 Jákupsbrævið
Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!
Orðtøkini 14:12 Orðtøkini
Mangur vegur tykist manni beinur – og so er endi hansara kortini leiðir deyðans!
Orðtøkini 15:22 Orðtøkini
Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.
Esaias 30:21 Esaias
Og táið tú fert av leið – til høgru ella til vinstru – skulu oyru tíni hoyra orð ljóða aftan fyri teg: „Hetta er vegurin, gangið eftir honum!“
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Fyrra Kongabók 3:9 Fyrra Kongabók
Gev tí tænara Tínum eitt hjarta, ið dugir at skilja, so eg verði mentur at døma fólk Títt og gera mun á góðum og illum! Tí hvør er førur fyri at døma hetta fólk Títt, sum so stórt er!“
Orðtøkini 2:6 Orðtøkini
Tí HARRIN er tann, sum gevur vísdóm, av munni Hansara koma kunnskapur og vit;
Orðtøkini 12:15 Orðtøkini
Vegur dárans er beinur í hansara egnu eygum, men tann, ið lurtar eftir ráðum, er vísur.
Orðtøkini 16:9 Orðtøkini
Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.
Orðtøkini 18:15 Orðtøkini
Hjarta hins vitiga keypir kunnskap, og oyra hinna vísu leitar eftir kunnskapi.
Jeremias 33:3 Jeremias
Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki!
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Fyrra Korintbrævið 13:10 Fyrra Korintbrævið
men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.