at taka rentu
15 versir um "at taka rentu"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 22:25 Onnur Mósebók
Táið tú lænir einum av fólki Mínum pening, fátæka næsta tínum, so skalt tú ikki bera teg at við hann sum okrari; tú mást ikki taka rentu frá honum.
Fimta Mósebók 23:19 Fimta Mósebók
Tú mást ikki taka rentu frá bróður tínum, hvørki av peningi, matvørum ella nøkrum øðrum, ið renta verður tikin av.
Fimta Mósebók 23:20 Fimta Mósebók
Frá útlendinginum kanst tú taka rentu, men ikki frá bróður tínum – so satt sum HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, ið tú fert undir at gera í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
Sálmarnir 15:5 Sálmarnir
ikki lænir pening sín út fyri okur og ikki tekur mutur móti hinum sakleysa. – Tann, ið hetta ger, skal ikki vikast í allar ævir!
Triðja Mósebók 25:35 Triðja Mósebók
Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær.
Triðja Mósebók 25:36 Triðja Mósebók
Tú mást ikki taka rentu ella yvirmál frá honum; nei, tú skalt óttast Gud tín og lata bróður tín liva hjá tær.
Triðja Mósebók 25:37 Triðja Mósebók
Tú mást ikki læna honum pening móti rentu ella lata hann fáa av mati tínum móti yvirmáli.
Orðtøkini 28:8 Orðtøkini
Tann, ið nørir um góðs sítt við rentu og yvirmáli, savnar tað til tann, ið ger miskunn móti fátækum.
Matteus 25:27 Matteus
Tí skuldi tú sett pening mín inn hjá peningavekslarunum, so eg fekk mítt aftur við rentu, táið eg kom heim.
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Ezekiel 22:12 Ezekiel
Í tær lótu teir seg keypa til at úthella blóð; rentu og yvirmál tókst tú; við yvirgangi gjørdi tú næsta tínum órætt, og Meg gloymdi tú – sigur Harrin HARRIN.
Matteus 5:42 Matteus
Gev tí, sum biður teg, og vend tær ikki frá tí, sum vil læna frá tær!
Lukas 6:34 Lukas
Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur.
Lukas 6:35 Lukas
Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu.
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.