at taka eitt lív
45 versir um "at taka eitt lív"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Fyrsta Mósebók 9:6 Fyrsta Mósebók
Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.
Onnur Mósebók 21:12 Onnur Mósebók
Tann, ið slær onkun, so hann doyr, skal lata lív.
Onnur Mósebók 21:13 Onnur Mósebók
Ger hann tað kortini ikki við vilja, men hond hansara verður stýrd av Gudi, so skal hann kunna flýggja til stað, ið Eg skal vísa tær.
Onnur Mósebók 21:14 Onnur Mósebók
Men ger onkur hasa gerð av fríum vilja, at hann við svikum drepur næsta sín, so skalt tú taka hann, um tað so er frá altari Mínum; hann skal doyggja.
Matteus 5:21 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: „Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.“
Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið
Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.
Triðja Mósebók 24:17 Triðja Mósebók
Drepur onkur menniskja, skal hann lata lív.
Fimta Mósebók 5:17 Fimta Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Jóhannes 8:7 Jóhannes
Táið teir nú hildu á at spyrja, rætti Hann Seg upp og segði við teir: „Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana!“
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“
Fjórða Mósebók 35:11 Fjórða Mósebók
skulu tit velja nakrar býir, ið skulu vera tykkum griðstaðir, so at manndrápari, sum av misgáum drepur onkun, kann flýggja hagar.
Fjórða Mósebók 35:12 Fjórða Mósebók
Í hesum býum skulu tit hava rætt at leita tykkum skýli undan blóðhevnaranum, so manndráparin skal ikki lata lív, áðrenn hann hevur staðið fyri samkomuni til dóms.
Fjórða Mósebók 35:13 Fjórða Mósebók
Býirnir, ið tit lata til griðstaðir, skulu vera 6 í tali;
Fjórða Mósebók 35:14 Fjórða Mósebók
tríggjar skulu tit lata hinumegin* Jordan, og hinar tríggjar býirnar skulu tit lata í Kána’anslandi; teir skulu vera griðstaðir.
Fjórða Mósebók 35:15 Fjórða Mósebók
Bæði Ísraelsmenn og hinir fremmandu og innfluttu, sum búgva ímillum teirra, skulu hava rætt at leita sær skýli í hesum 6 býum, so ein og hvør, ið av misgáum drepur onkun, kann flýggja hagar.
Fjórða Mósebók 35:16 Fjórða Mósebók
Tann, ið slær onkun við jarnamboði, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív.
Fjórða Mósebók 35:17 Fjórða Mósebók
Tann, ið tekur upp í hondina stein, nóg stóran at drepa mann við, og slær onkun við honum, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív.
Fjórða Mósebók 35:18 Fjórða Mósebók
Tann, ið hevur í hondini træamboð, sum maður kann drepast við, og slær onkun við tí, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív.
Fjórða Mósebók 35:19 Fjórða Mósebók
Blóðhevnarin skal drepa manndráparan; hvar hann so hittir hann, skal hann drepa hann.
Fjórða Mósebók 35:20 Fjórða Mósebók
Somuleiðis, um ein av hatri rennir undir ein annan ella við vilja kastar okkurt á hann, so hann doyr,
Fjórða Mósebók 35:21 Fjórða Mósebók
ella av fíggindskapi slær hann við hondini, so hann doyr, tá skal hann, ið sló, lata lív; hann er manndrápari, og blóðhevnarin skal drepa manndráparan, hvar hann so hittir hann.
Fjórða Mósebók 35:22 Fjórða Mósebók
Men um ein av misgáum, ikki av fíggindskapi, fírir undir ein annan ella kastar eitt ella annað á hann – uttan at hava ilt í huga –
Fjórða Mósebók 35:23 Fjórða Mósebók
ella uttan at síggja hann rakar hann við steini, sum er nóg stórur at drepa mann við – so hann doyr, men drápsmaðurin er ikki óvinur hansara og vildi honum ikki ilt,
Fjórða Mósebók 35:24 Fjórða Mósebók
so skal samkoman døma millum drápsmannin og blóðhevnaran eftir hesum lógum;
Fjórða Mósebók 35:25 Fjórða Mósebók
og samkoman skal verja manndráparan fyri blóðhevnaranum og beina hann aftur í griðstaðin, sum hann var flýddur til; har skal hann vera, inntil høvuðspresturin, hann, ið salvaður er við hini heilagu oljuni, er deyður.
Fjórða Mósebók 35:26 Fjórða Mósebók
Men kemur manndráparin út um landamark griðstaðarins, ið hann er flýddur til,
Fjórða Mósebók 35:27 Fjórða Mósebók
og blóðhevnarin hittir hann uttan fyri landamark griðstaðar hansara og drepur manndráparan, so hevur hann onga blóðskyld á sær.
Fjórða Mósebók 35:28 Fjórða Mósebók
Tí manndráparin skal verða verandi í griðstaði sínum, inntil høvuðspresturin er deyður; men táið høvuðspresturin er deyður, kann hann fara aftur, hagar sum hann hevur óðal sítt.
Fjórða Mósebók 35:29 Fjórða Mósebók
– Hetta skal vera lóg hjá tykkum mann eftir mann, hvar tit so búgva.
Fjórða Mósebók 35:30 Fjórða Mósebók
Táið onkur drepur menniskja, so má manndráparin ikki verða dripin, uttan meir enn eitt vitni er móti honum; tað, ið bert ein vitnar, er ikki nóg mikið at fella deyðadóm eftir.
Fjórða Mósebók 35:31 Fjórða Mósebók
Tit mugu ikki taka við loysigjaldi fyri lív manndrápara, táið hann er deyðasekur – hann skal lata lív.
Fjórða Mósebók 35:32 Fjórða Mósebók
Heldur ikki mugu tit taka við loysigjaldi fyri ein, ið flýddur er til griðstað, so hann kann koma aftur og búgva onkustaðni í landinum, áðrenn presturin er deyður.
Fjórða Mósebók 35:33 Fjórða Mósebók
Vanhalgið ikki landið, ið tit búgva í! Tí blóð vanhalgar landið, og bót verður ikki gjørd fyri landið – fyri blóðið, ið har verður úthelt – uttan við blóði tess, ið úthelt tað hevur.
Fjórða Mósebók 35:34 Fjórða Mósebók
Tú skalt ikki gera landið óreint, sum tit búgva í, landið, ið Eg búgvi mitt í; tí Eg, HARRIN, búgvi mitt ímillum Ísraelsmenn!““
Fimta Mósebók 19:11 Fimta Mósebók
Men táið maður hatar næsta sín og lúrir eftir honum, leggur á hann og slær hann, so hann doyr, og hann so flýggjar til ein av hesum býum,
Fimta Mósebók 19:12 Fimta Mósebók
tá skulu teir elstu í býi hansara senda boð og taka hann haðani og geva hann í hendur blóðhevnarans, og hann skal lata lív.
Fimta Mósebók 19:13 Fimta Mósebók
Tú mást ikki spara hann, nei, tú skalt reinsa Ísrael fyri sakleyst blóð – so tær kann gangast væl.
Orðtøkini 24:11 Orðtøkini
Frels tey, sum verða leidd til deyðan, og halt teimum aftur, sum piprandi fara avstað at verða dripin!
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Matteus 19:18 Matteus
Hann spurdi: „Hvørji?“ Jesus svaraði: „„Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð“;