at taka atlit
28 versir um "at taka atlit"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið
ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
Fyrra Korintbrævið 10:24 Fyrra Korintbrævið
Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Jákupsbrævið 3:17 Jákupsbrævið
Vísdómurin omanífrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu – og ikki bert eiti.
Matteus 26:36 Matteus
Jesus kom tá við teimum til stað, sum æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinarnar: „Setið tykkum her, meðan Eg fari haryvir og biði!“
Matteus 26:37 Matteus
Hann tók við Sær Pætur og báðar synir Zebedeus; og Hann gjørdist tungur, og svár angist kom á Hann.
Matteus 26:38 Matteus
Tá segði Hann við teir: „Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verið her og vakið við Mær!“
Matteus 26:39 Matteus
So fór Hann eitt sindur longur, fall á andlit Sítt, bað og segði: „Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“
Matteus 26:40 Matteus
Hann kom tá aftur til lærisveinarnar og fann teir sovandi, og Hann segði við Pætur: „So tit vóru ikki mentir at vakja við Mær ein tíma!
Matteus 26:41 Matteus
Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!“
Matteus 26:42 Matteus
Aftur fór Hann burtur, aðru ferð, og bað: „Faðir Mín! Kann hesin kalikur ikki fara frá Mær – má Eg drekka hann – so verði vilji Tín!“
Matteus 26:43 Matteus
So kom Hann og fann teir aftur sovandi; tí tyngd var komin á eygu teirra.
Matteus 26:44 Matteus
Tá læt Hann teir vera, fór aftur burtur, bað triðju ferð og segði somu orð.
Matteus 26:45 Matteus
So kom Hann til lærisveinarnar og segði við teir: „Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Ja, nú er tímin nær, táið Menniskjasonurin skal verða givin upp í hendur syndara!
Matteus 26:46 Matteus
Reisist, latið okkum fara! Hann er nær, sum svíkur Meg!“
Orðtøkini 22:11 Orðtøkini
Tann, ið elskar reinleika hjartans, og sum ber fram dámliga talu, hevur kongin til vin.
Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
Rómverjabrævið 2:8 Rómverjabrævið
Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað, sum vit hava biðið Hann um.