at svimja
80 versir um "at svimja"
Versir
Síða 2 av 2Ápostlasøgan 27:16 Ápostlasøgan
Vit komu tá inn undir lítla oyggj, ið æt Klauda, og tað var við neyð, vit fingu bjargað bátinum.
Ápostlasøgan 27:17 Ápostlasøgan
Táið teir høvdu tikið hann inn, tóku teir til bjargingarráð og løgdu tog um skipið. Og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu reka niður á Sýrtuna*, løgdu teir seglið og róku so.
Ápostlasøgan 27:18 Ápostlasøgan
Vit vóru nú illa staddir av storminum; og dagin eftir tóku teir til at blaka fyri borð.
Ápostlasøgan 27:19 Ápostlasøgan
Triðja dagin kastaðu vit við egnum hondum skipsgreiðurnar út.
Ápostlasøgan 27:20 Ápostlasøgan
Og táið nú hvørki sól ella stjørnur sóust í fleiri dagar, og vit lógu undir ódnarveðri, ið ikki var lítið, so var nú alt mót úti um, at vit kundu verða bjargaðir.
Ápostlasøgan 27:21 Ápostlasøgan
Táið teir nú leingi einki høvdu etið, steig Paulus fram mitt ímillum teirra og segði: „Tit menn! Tit skuldu aktað meg og ikki farið úr Kreta! So høvdu tit ikki komið okkum í hesa vanlukku og henda skaða.
Ápostlasøgan 27:22 Ápostlasøgan
Men nú biði eg tykkum hava gott mót; tí eingin av tykkum skal doyggja; bert skal skipið ganga burtur.
Ápostlasøgan 27:23 Ápostlasøgan
Tí í nátt stóð fyri mær eingil frá Gudi, sum eg tilhoyri, og sum eg eisini tæni; hann segði:
Ápostlasøgan 27:24 Ápostlasøgan
„Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma at standa fyri keisaranum; og Gud hevur givið tær sum gávu allar teir, ið við tær eru í ferðini.“
Ápostlasøgan 27:25 Ápostlasøgan
Havið tí gott mót, tit menn! Tí eg havi tað álit á Gudi, at so skal verða, sum mær er sagt.
Ápostlasøgan 27:26 Ápostlasøgan
Men vit mugu stranda á eini oyggj.“
Ápostlasøgan 27:27 Ápostlasøgan
Táið nú fjúrtanda náttin kom – vit róku um á Adriahavi – hildu skipsmenninir seg um midnátt skilja, at teir nærkaðust landi.
Ápostlasøgan 27:28 Ápostlasøgan
Teir skattaðu tá dýpið og fingu 20 favnar. Táið teir vóru komnir eitt sindur longur, skattaðu teir aftur dýpið og fingu 15 favnar.
Ápostlasøgan 27:29 Ápostlasøgan
Teir óttaðust nú fyri, at vit fóru at koma á sker; tí kastaðu teir fýra akker út úr aftara enda skipsins og ynsktu eftir, at dagur skuldi koma.
Ápostlasøgan 27:30 Ápostlasøgan
Skipsmenninir royndu nú at rýma av skipinum; teir lótu bátin niður á sjógvin og lótust at ætla at leggja akker út úr fremra enda.
Ápostlasøgan 27:31 Ápostlasøgan
Paulus segði tá við høvuðsmannin og hermenninar: „Verða hesir ikki verandi á skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir!“
Ápostlasøgan 27:32 Ápostlasøgan
Tá høgdu hermenninir av tog bátsins og lótu hann fara.
Ápostlasøgan 27:33 Ápostlasøgan
Inntil tað fór at lýsa, áminti nú Paulus allar at fáa sær mat og segði: „Hetta er nú fjúrtandi dagur, tit hava bíðað fastandi og einki fingið at eta.
Ápostlasøgan 27:34 Ápostlasøgan
Eg biði tykkum tí fáa tykkum at eta; tað hoyrir við til bjarging tykkara. Tí ikki skal hár falla av høvdi nakars tykkara.“
Ápostlasøgan 27:35 Ápostlasøgan
Táið hann hetta hevði sagt, tók hann breyð, takkaði Gudi fyri eygum alra, breyt tað og fór at eta.
Ápostlasøgan 27:36 Ápostlasøgan
Tá kom mót í teir allar, og eisini teir fingu sær at eta.
Ápostlasøgan 27:37 Ápostlasøgan
– Vit vóru tilsamans 276 sálir á skipinum.
Ápostlasøgan 27:38 Ápostlasøgan
Táið teir nú vóru mettir, lættu teir um skipið við at kasta hveitina á sjógvin.
Ápostlasøgan 27:39 Ápostlasøgan
Táið dagur kom, kendu teir ikki landið; men teir sóu vík við fjøru, og har gjørdu teir av at seta skipið á land, um tað var gjørligt.
Ápostlasøgan 27:40 Ápostlasøgan
Teir kappaðu tí akkerini og lótu tey verða í sjónum, loystu róðurtogini, vundu upp seglið fyri vindinum og hildu inn í fjøruna.
Ápostlasøgan 27:41 Ápostlasøgan
Men teir komu á riv við dýpi báðumegin; har stóð skipið; fremri partur tess varð fastur og vikaðist ikki, men aftari parturin soraðist sundur av brotunum.
Ápostlasøgan 27:42 Ápostlasøgan
Hermenninir høvdu nú hug at drepa fangarnar, so eingin av teimum skuldi svimja burtur og flýggja.
Ápostlasøgan 27:43 Ápostlasøgan
Men høvuðsmaðurin – sum vildi bjarga Paulusi – forðaði teimum í hesum, sum teir ætlaðu, og segði, at teir, ið dugdu at svimja, skuldu fyrstir leypa á sjógvin og koma sær á land;
Ápostlasøgan 27:44 Ápostlasøgan
síðani skuldu hinir bjarga sær, summir á plonkum og summir á tí, sum brotnaði burtur av skipinum. Á henda hátt gekk so, at allir komu bjargaðir á land.
Ezekiel 47:5 Ezekiel
Eina ferð enn máldi hann 1000 alin; tá var vatnið ein á, sum eg ikki kundi vaða um; tí vatnið var so djúpt, at ein kravdi at svimja – tað var ein á, sum ikki var vaðandi um.