at stýra vreiði tíni

32 versir um "at stýra vreiði tíni"

Versir

Síða 1 av 1
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið

Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!

8
Jákupsbrævið 1:20 Jákupsbrævið

Tí vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi.

8
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini

Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.

7
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið

Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –

6
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið

og gevið ikki Djevulinum rúm!

6
Orðtøkini 14:29 Orðtøkini

Tann, ið seinur er til vreiði, hevur nógv vit, men hin bráðsinti vísir stóran dárskap.

5
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið

Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!

5
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið

Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!

5
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

5
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið

„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“

5
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið

Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!

5
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið

Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.

4
Orðtøkini 16:32 Orðtøkini

Hin tolni er betri enn veldigur kappi; størri er at stýra sinni sínum enn at taka ein stað.

3
Efesusbrævið 4:31 Efesusbrævið

Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur!

3
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið

Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!

3
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir

Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!

2
Sálmarnir 37:9 Sálmarnir

Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið.

2
Lukas 6:31 Lukas

Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.

2
Rómverjabrævið 2:1 Rómverjabrævið

Tú, menniskja – hvør tú so ert, sum dømir – hevur tí onga avsakan; í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama!

2
Rómverjabrævið 2:2 Rómverjabrævið

Vit vita, at dómur Guds – sum sannleiki býður – er yvir teimum, ið slíkt gera.

2
Rómverjabrævið 2:3 Rómverjabrævið

Men tú, menniskja, sum dømir tey, ið slíkt gera, og gert tað sjálvur, heldur tú, at tú skalt sleppa undan dómi Guds?

2
Rómverjabrævið 2:4 Rómverjabrævið

Ella vanvirðir tú ríkidømi góðsku, tolinmóðs og langmóðs Hansara og veitst ikki, at góðska Guds leiðir teg til umvending?

2
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

2
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið

Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!

2
Kolossibrævið 3:6 Kolossibrævið

Fyri hetta kemur vreiði Guds.

2
Kolossibrævið 3:7 Kolossibrævið

Í hesum livdu tit eisini áður, táið tit høvdu lív tykkara í tí.

2
Kolossibrævið 3:8 Kolossibrævið

Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara.

2
Kolossibrævið 3:9 Kolossibrævið

Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess

2
Kolossibrævið 3:10 Kolossibrævið

og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap – eftir mynd Hansara, sum skapti tað!

2
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið

Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!

2
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið

Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.

2
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið

Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!

2