at stuðla prestinum
84 versir um "at stuðla prestinum"
Versir
Síða 2 av 2Seinna Kongabók 4:37 Seinna Kongabók
Tá kom hon og fall niður fyri fótum hansara og kastaði seg til jarðar; síðani tók hon son sín og fór út.
Seinna Kongabók 4:38 Seinna Kongabók
Elisa fór nú aftur til Gilgal. Hungursneyð var tá í landinum. Sum nú profetalærisveinarnir sótu hjá honum, segði hann við tænara sín: „Set stóra pott útá og kóka profetalærisveinunum eina máltíð!“
Seinna Kongabók 4:39 Seinna Kongabók
Ein teirra fór so út á markina at henta urtir; hann fann eina villa vavplantu og hentaði av henni so nógvar villar agurkur, sum hann fekk borið í kappanum; táið hann tá kom aftur, skar hann tær niður í pottin; tí teir kendu tær ikki.
Seinna Kongabók 4:40 Seinna Kongabók
Síðani varð oyst uppúr til menninar, so teir kundu fáa sær; men táið teir smakkaðu á matin, skóru teir í róp og søgdu: „Deyðin er í pottinum, gudsmaðurin!“ Og teir kundu ikki bera tað í munn.
Seinna Kongabók 4:41 Seinna Kongabók
Men hann segði: „Komið við mjøli!“ Tað gjørdi hann út á pottin og segði so: „Oys uppúr til fólkið, so tað kann fáa sær!“ – Og nú var einki ilt í pottinum longur.
Seinna Kongabók 4:42 Seinna Kongabók
Einaferð kom maður úr Ba’al-Salisa, og hann hevði við til gudsmannin breyð, ið vóru bakað av frumgróðrinum, 20 byggbreyð, og nýheystað korn í posa sínum. Tá segði Elisa: „Gev fólkinum hetta at eta!“
Seinna Kongabók 4:43 Seinna Kongabók
Men tænari hansara segði: „Hvussu kann eg seta hetta fyri 100 menn!“ Hann svaraði: „Gev fólkinum tað at eta! Tí so sigur HARRIN: Teir skulu eta og leiva.“
Seinna Kongabók 4:44 Seinna Kongabók
Hann legði tað tá fyri teir, og teir ótu og leivdu – eftir orði HARRANS.
Orðtøkini 11:24 Orðtøkini
Ein stroyir út – og fær enn meiri; ein annar noktar sær alt – og hevur tó ov lítið.
Orðtøkini 11:25 Orðtøkini
Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.
Lukas 8:1 Lukas
Eftir hetta ferðaðist Hann um gjøgnum býir og bygdir og prædikaði og kunngjørdi evangeliið um ríki Guds, og hinir tólv við Honum,
Lukas 8:2 Lukas
somuleiðis nakrar kvinnur, ið grøddar vóru frá illum andum og sjúkum: Maria, ið kallaðist Magdalena, sum sjey illir andar vóru farnir út úr,
Lukas 8:3 Lukas
Jóhanna, sum gift var við Kuza, húsfúta Heródesar, Súsanna og mangar aðrar, ið tæntu teimum við tí, sum tær áttu.
Lukas 14:12 Lukas
Hann segði eisini við tann, ið hevði boðið Honum inn: „Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag.
Lukas 14:13 Lukas
Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum!
Lukas 14:14 Lukas
Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp.“
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Filippibrævið 4:17 Filippibrævið
Tað er ikki tað, at eg trái eftir gávuni; nei, eg trái eftir ávøkstinum, ið ríkliga kemur tykkum til góða.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Tað er trúvert orð, at tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu, árvakin, fráhaldandi, høviskur, gestablíður, førur fyri at læra onnur,
Fyrra Timoteusarbrævið 3:3 Fyrra Timoteusarbrævið
ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal standa væl fyri sínum egna húsi, hava lýðin børn í øllum siðprýði –
Fyrra Timoteusarbrævið 3:5 Fyrra Timoteusarbrævið
dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón!
Fyrra Timoteusarbrævið 3:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal ikki vera nýggjur í trúnni – fyri at hann skal ikki verða uppblástur og falla undir dóm Djevulsins.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Hann skal eisini hava góðan vitnisburð frá teimum, ið uttanfyri eru, fyri at hann skal ikki verða háðaður og falla í snerru Djevulsins.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Somuleiðis skulu samkomutænararnir hava sámiligan atburð, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Teir skulu varðveita loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Eisini hesir skulu fyrst verða royndir; síðani skulu teir gera tænastu, um teir eru ólastandi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Kvinnur skulu somuleiðis hava sámiligan atburð, ikki vera baktalandi, men fráhaldandi, trúgvar í øllum.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Samkomutænari skal vera maður einar kvinnu, halda væl skil á børnum sínum og standa væl fyri sínum egna húsi.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí teir, sum hava verið góðir samkomutænarar, vinna sær sjálvum góða støðu og nógv dirvi í trúnni á Kristus Jesus.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Hetta skrivi eg tær, tóat eg vóni skjótt at koma til tín.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:15 Fyrra Timoteusarbrævið
Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Og – sum ein og hvør má sanna – stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd.