at stuðla prestinum

84 versir um "at stuðla prestinum"

Versir

Síða 1 av 2
Galatiabrævið 6:6 Galatiabrævið

Tann, sum upplærdur verður í orðinum, skal geva honum, ið upplærir hann, part við sær í øllum góðum.

8
Galatiabrævið 6:7 Galatiabrævið

Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.

8
Galatiabrævið 6:8 Galatiabrævið

Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.

8
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið

Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.

8
Galatiabrævið 6:10 Galatiabrævið

Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!

8
Fyrra Korintbrævið 9:14 Fyrra Korintbrævið

Soleiðis er tað eisini boð Harrans, at teir, ið kunngera evangeliið, skulu liva av evangeliinum.

7
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið

Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.

7
Matteus 10:41 Matteus

Tann, sum tekur ímóti profeti, tí hann er profetur, skal fáa somu løn sum profetur; tann, sum tekur ímóti einum rættvísum, tí hann er ein rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur.

5
Matteus 10:42 Matteus

Tann, ið gevur einum av hesum smáu bert bikar av køldum vatni at drekka, tí hann er lærisveinur – sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal als ikki missa løn sína!“

5
Ezekiel 44:30 Ezekiel

Tað fyrsta av øllum frumgróðri av øllum sløgum og allar offurgávur av øllum sløgum – av øllum offurgávum tykkara – skal tilhoyra prestunum, og tað fyrsta av deiggi tykkara skulu tit lata prestin fáa – so signing kann koma yvir hús títt.

4
Fyrra Korintbrævið 9:11 Fyrra Korintbrævið

Hava vit sáað tykkum hitt andaliga góða, er tað tá nakað stórt, um vit heysta tímiliga góða tykkara!

4
Fyrra Timoteusarbrævið 5:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí skriftin sigur: „Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir“, og: „Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.“

4
Hebrearabrævið 13:7 Hebrearabrævið

Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!

4
Malakias 3:10 Malakias

Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!

3
Seinna Kongabók 4:1 Seinna Kongabók

Ein kvinna, ið hevði verið gift við einum av profetalærisveinunum, rópti á Elisa og segði: „Tænari tín maður mín er deyður, og tú veitst, at tænari tín óttaðist HARRAN; men nú kemur ein, ið átti hjá honum, og ætlar at gera báðar synir mínar til trælir hjá sær.“

2
Seinna Kongabók 4:2 Seinna Kongabók

Elisa segði við hana: „Hvat kann eg gera fyri teg? Sig mær: Hvat hevur tú í húsinum?“ Hon svaraði: „Tænastukvinna tín hevur einki annað í húsinum enn krukku við olju.“

2
Seinna Kongabók 4:3 Seinna Kongabók

Tá segði hann: „Far og læn tær íløt frá øðrum, frá øllum grannum tínum – tóm íløt – lat tey ikki vera ov fá!

2
Seinna Kongabók 4:4 Seinna Kongabók

Far so inn, læs dyrnar eftir tær og sonum tínum, og hell oljuna í øll íløtini! So hvørt sum tey eru full, skalt tú seta tey frá tær.“

2
Seinna Kongabók 4:5 Seinna Kongabók

Hon fór nú frá honum. Og hon læsti dyrnar eftir sær og sonum sínum; teir rættu henni íløtini, og hon helti í tey.

2
Seinna Kongabók 4:6 Seinna Kongabók

Táið íløtini vóru full, segði hon við son sín: „Rætt mær eitt ílat enn!“ Men hann svaraði: „Einki ílat er eftir!“ Tá helt oljan uppat at renna.

2
Seinna Kongabók 4:7 Seinna Kongabók

Hetta kom hon og segði gudsmanninum, og hann segði: „Far og sel oljuna og rinda skuld tína! So kunnu tú og synir tínir liva av tí, sum av loypur.“

2
Seinna Kongabók 4:8 Seinna Kongabók

Ein dagin kom Elisa á ferð síni til Sunem. Har búði rík kvinna, sum noyddi hann at eta hjá sær; og hvørja ferð hann nú kom hesa leið, fór hann inn har og fekk sær at eta.

2
Seinna Kongabók 4:9 Seinna Kongabók

Hon segði tá við mann sín: „Hoyr, eg veit, at hetta er heilagur gudsmaður, ið ferð eftir ferð kemur henda vegin.

2
Seinna Kongabók 4:10 Seinna Kongabók

Lat okkum múra upp lítið kamar á takinum og seta inn hagar song til hansara og borð, stól og ljósastaka! Táið hann so kemur til okkara, kann hann hava hetta kamarið.“

2
Seinna Kongabók 4:11 Seinna Kongabók

Hann kom nú hagar ein dag og fór inn í takkamarið og legðist har.

2
Seinna Kongabók 4:12 Seinna Kongabók

Tá segði hann við Gehazi, tænara sín: „Rópa hasa sunamitisku konuna!“ Hann rópti hana so, og hon steig fram fyri hann.

2
Seinna Kongabók 4:13 Seinna Kongabók

So segði hann við Gehazi: „Sig við hana: „Tú hevur nú havt allan henda ómak av okkum – hvat kann eg gera fyri teg? Er okkurt, ið eg kann tosa við kong um fyri teg, ella við herhøvdingan?““ Men hon svaraði: „Eg búgvi jú her mitt ímillum fólk mítt!“

2
Seinna Kongabók 4:14 Seinna Kongabók

Tá segði hann: „Hvat kann eg tá gera fyri hana?“ Gehazi svaraði: „ – Hon hevur jú ongan son, og maður hennara er gamal.“

2
Seinna Kongabók 4:15 Seinna Kongabók

Nú segði hann: „Rópa hana!“ Hann rópti hana tá, og hon kom og stóð í durunum.

2
Seinna Kongabók 4:16 Seinna Kongabók

Og hann segði: „Um hesa tíðina at ári skalt tú halda son í favninum.“ Men hon svaraði: „Nei, harri mín, gudsmaðurin – lúgv ikki fyri tænastukvinnu tíni!“

2
Seinna Kongabók 4:17 Seinna Kongabók

Men kvinnan varð við barn og átti son árið eftir, júst um ta tíðina ið Elisa hevði sagt henni.

2
Seinna Kongabók 4:18 Seinna Kongabók

Táið drongurin var vorðin stórur, fór hann ein dagin út til faðir sín, sum var úti hjá teimum, ið skóru akur.

2
Seinna Kongabók 4:19 Seinna Kongabók

Tá segði hann við faðir sín: „Høvd mítt, høvd mítt!“ Faðir hansara segði við tænara sín: „Ber hann heim til móður hansara!“

2
Seinna Kongabók 4:20 Seinna Kongabók

Hann tók hann og bar hann heim til móður hansara, og hon sat undir honum til middags; tá doyði hann.

2
Seinna Kongabók 4:21 Seinna Kongabók

Men hon fór upp og legði hann í song gudsmansins, læsti síðani dyrnar og fór avstað.

2
Seinna Kongabók 4:22 Seinna Kongabók

– So rópti hon mann sín og segði: „Send mær ein av tænarunum við esli! So skal eg skunda mær avstað til gudsmannin og síðani koma aftur.“

2
Seinna Kongabók 4:23 Seinna Kongabók

Hann spurdi: „Hví ætlar tú at fara til hansara í dag? Tað er jú hvørki sólkomudagur ella sabbatur!“ Men hon segði: „Tað er tað sama!“

2
Seinna Kongabók 4:24 Seinna Kongabók

Síðani læt hon eslið saðla og segði við tænara sín: „Rek nú hart! Steðga mær ikki, meðan eg ríði, uttan eg sigi til!“

2
Seinna Kongabók 4:25 Seinna Kongabók

So fór hon avstað og kom til gudsmannin á Karmelsfjalli. Táið gudsmaðurin sá hana nakað burtur, segði hann við Gehazi, tænara sín: „Hygg, har er kvinnan úr Sunem!

2
Seinna Kongabók 4:26 Seinna Kongabók

Leyp nú ímóti henni og sig við hana: „Veit tær væl við? Veit manni tínum væl við? Veit dronginum væl við?““ Hon svaraði: „Ja, okkum veit væl við!“

2
Seinna Kongabók 4:27 Seinna Kongabók

Men táið hon kom niðan á fjallið til gudsmannin, tók hon um føtur hansara; Gehazi steig nú til og ætlaði at koyra hana burt, men gudsmaðurin segði: „Lat hana vera! Hon hevur stóra hjartasorg, men HARRIN hevur dult tað fyri mær og ikki latið meg vitað tað.“

2
Seinna Kongabók 4:28 Seinna Kongabók

Tá segði hon: „Havi eg biðið harra mín um son! Segði eg ikki, at tú mátti ikki narra meg!“

2
Seinna Kongabók 4:29 Seinna Kongabók

Nú segði hann við Gehazi: „Gyrð lendar tínar, tak stav mín í hondina og halt avstað! Møtir tú onkrum, so heilsa honum ikki, og heilsar onkur tær, so heilsa ikki aftur! Og legg stav mín yvir andlit drongsins!“

2
Seinna Kongabók 4:30 Seinna Kongabók

Men móðir drongin segði: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg fari ikki frá tær!“ Tá reistist hann og fór við henni.

2
Seinna Kongabók 4:31 Seinna Kongabók

Gehazi fór undan og legði stavin yvir andlit drongsins; men har hoyrdist ikki ljóð, og einki tekin sást til lív. Hann vendi tá aftur, fór ímóti Elisa, bar honum boð um hetta og segði: „Drongurin vaknaði ikki!“

2
Seinna Kongabók 4:32 Seinna Kongabók

Táið Elisa nú var komin inn í húsið, sá hann drongin liggja deyðan á song síni.

2
Seinna Kongabók 4:33 Seinna Kongabók

Hann fór tá inn, læsti dyrnar og bað til HARRAN.

2
Seinna Kongabók 4:34 Seinna Kongabók

Síðani fór hann uppí og legði seg oman á drongin við munni sínum á munni hansara, eygum sínum á eygum hansara og hondum sínum á hondum hansara; táið hann soleiðis boygdi seg yvir hann, ornaði likam drongsins.

2
Seinna Kongabók 4:35 Seinna Kongabók

So reistist hann aftur, gekk eina ferð aftur og fram í kamarinum og fór síðani uppí aftur og boygdi seg yvir drongin; tá neys drongurin sjey ferðir og læt sundur eyguni.

2
Seinna Kongabók 4:36 Seinna Kongabók

Nú rópti hann Gehazi og segði: „Rópa hasa sunamitisku kvinnuna!“ Hann rópti hana so, og táið hon kom inn til hansara, segði hann: „Tak son tín!“

2