at stuðla og røkja prestin
19 versir um "at stuðla og røkja prestin"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 6:6 Galatiabrævið
Tann, sum upplærdur verður í orðinum, skal geva honum, ið upplærir hann, part við sær í øllum góðum.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skriftin sigur: „Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir“, og: „Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.“
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:12 Fyrra Tessalonikabrævið
Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum –
Fyrra Tessalonikabrævið 5:13 Fyrra Tessalonikabrævið
setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan!
Lukas 10:7 Lukas
Men verðið í tí húsi, og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum! Tí arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta úr einum húsi í annað.
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Fyrra Korintbrævið 9:9 Fyrra Korintbrævið
Í Móselóg er jú skrivað: „Tú skalt ikki múlbinda oksan, ið treskir.“ – Eru tað oksarnir, ið liggja Gudi á hjarta,
Fyrra Korintbrævið 9:14 Fyrra Korintbrævið
Soleiðis er tað eisini boð Harrans, at teir, ið kunngera evangeliið, skulu liva av evangeliinum.
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið
Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,
Fyrra Tessalonikabrævið 5:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Vit áminna tykkum, brøður: Ávarið tey, sum illa skikka sær, troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.
Jákupsbrævið 3:1 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Ikki mangir av tykkum verði lærarar! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm.
Fyrra Pætursbrævið 5:2 Fyrra Pætursbrævið
Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta,
Triðja Jóhannesarbrævið 1:5 Triðja Jóhannesarbrævið
Tú elskaði! Tú gert trúfast verk í tí, sum tú gert fyri brøðurnar – og tað fyri fremmandar.
Triðja Jóhannesarbrævið 1:6 Triðja Jóhannesarbrævið
Teir hava fyri samkomuni vitnað um kærleika tín. Og tú gert væl í at hjálpa teimum á veg, soleiðis sum Gudi er verdigt;
Triðja Jóhannesarbrævið 1:7 Triðja Jóhannesarbrævið
tí fyri navns Hansara skuld fóru teir avstað uttan at hava nakað frá heidningunum.
Triðja Jóhannesarbrævið 1:8 Triðja Jóhannesarbrævið
Skylda okkara er tí at taka okkum av slíkum, so vit kunnu verða samverkamenn sannleikans.