at stríðast fyri dygd
46 versir um "at stríðast fyri dygd"
Versir
Síða 1 av 1Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Prædikarin 9:10 Prædikarin
Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.
Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!
Fyrra Korintbrævið 15:58 Fyrra Korintbrævið
Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!
Matteus 5:13 Matteus
Tit eru salt jarðarinnar; men missir saltið kraft sína, hvussu skal tað aftur verða salt! Tað dugir einki longur uttan at verða kastað út og traðkað niður av menniskjum.
Matteus 5:14 Matteus
Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.
Matteus 5:15 Matteus
Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Rómverjabrævið 15:1 Rómverjabrævið
Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar.
Rómverjabrævið 15:2 Rómverjabrævið
Ein og hvør av okkum skal gera, sum næsta hansara líkar – honum til gagn, til uppbygging.
Rómverjabrævið 15:3 Rómverjabrævið
Kristus gjørdi jú ikki heldur, sum Honum líkaði; nei – sum skrivað er: „Háð teirra, ið Teg háðaðu, fall á Meg.“
Rómverjabrævið 15:4 Rómverjabrævið
Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.
Rómverjabrævið 15:5 Rómverjabrævið
Og Gud tolsins og troystarinnar gevi tykkum at semjast tykkara millum – eftir fyridømi Jesu Krists,
Rómverjabrævið 15:6 Rómverjabrævið
so tit av einum hjarta – við einum munni – kunnu prísa Gudi og Faðir Harra okkara Jesu Krists!
Rómverjabrævið 15:7 Rómverjabrævið
Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!
Rómverjabrævið 15:8 Rómverjabrævið
Eg sigi: Kristus er vorðin tænari hinna umskornu til vitnisburð um, at Gud er sannorðaður – fyri at staðfesta lyftini til fedrarnar;
Rómverjabrævið 15:9 Rómverjabrævið
men heidningarnir skulu prísa Gudi fyri miskunn – sum skrivað er: „Tí skal eg játta Teg millum heidningar og lovsyngja navni Tínum.“
Rómverjabrævið 15:10 Rómverjabrævið
Uppaftur verður sagt: „Gleðist, tit heidningar, saman við fólki Hansara!“
Rómverjabrævið 15:11 Rómverjabrævið
Og uppaftur: „Lovið Harranum, allir heidningar, og prísið Honum, øll fólk!“
Rómverjabrævið 15:12 Rómverjabrævið
Uppaftur sigur Esaias: „Koma skal rótskot Ísais, Hann, sum reisist at ráða yvir heidningum; á Hann skulu heidningar vóna.“
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Rómverjabrævið 15:14 Rómverjabrævið
Eg havi eisini sjálvur ta fullu vissu um tykkum, brøður mínir, at tit av tykkum sjálvum eru fullir av góðsku, fyltir við øllum kunnskapi, førir fyri eisini at áminna hvør annan.
Rómverjabrævið 15:15 Rómverjabrævið
Tó havi eg fyri ein part skrivað heldur djarvt til tykkara fyri aftur at áminna tykkum – eftir náðini, ið mær er givin av Gudi,
Rómverjabrævið 15:16 Rómverjabrævið
at eg millum heidningarnar skal vera offurtænari Krists Jesu, ið tænir sum prestur í evangelii Guds, fyri at heidningarnir kunnu verða offur, ið líkar Honum, halgað við Heilaga Andanum.
Rómverjabrævið 15:17 Rómverjabrævið
Tí havi eg rós mítt í Kristi Jesusi, í tænastu míni fyri Gudi.
Rómverjabrævið 15:18 Rómverjabrævið
Tí eg vil ikki vága mær at tala um nakað annað enn tað, sum Kristus hevur virkað við mær til at leiða heidningar til lýdni, við orði og verki,
Rómverjabrævið 15:19 Rómverjabrævið
við kraft tekna og undra, við kraft Anda Guds, so eg, úr Jerusalem og runt um, líka til Illýria, havi til fulnar kunngjørt evangelium Kristusar.
Rómverjabrævið 15:20 Rómverjabrævið
Eg havi tó sett æru mína í at kunngera evangeliið, ikki har sum Kristus var nevndur frammanundan – fyri at eg skuldi ikki byggja á grundarlagnum hjá øðrum.
Rómverjabrævið 15:21 Rómverjabrævið
Nei – sum skrivað er: „Tey, ið ongan boðskap høvdu fingið um Hann, skulu síggja, og tey, sum ikki hava hoyrt, skulu skilja.“
Rómverjabrævið 15:22 Rómverjabrævið
Tí eri eg eisini so mangan hindraður at koma til tykkara.
Rómverjabrævið 15:23 Rómverjabrævið
Men nú ið einki rúm er mær longur í hesum londum – og eg mong ár havi tráað eftir at koma til tykkara –
Rómverjabrævið 15:24 Rómverjabrævið
ætli eg, táið eg fari til Spania, at koma til tykkara; tí eg vóni at fáa tykkum at síggja á gjøgnumferðini og av tykkum at verða hjálptur hagar, eftir at eg fyrst í nakran mun havi fingið gott av tykkum.
Rómverjabrævið 15:25 Rómverjabrævið
Men nú fari eg til Jerusalem í tænastu hinna heilagra.
Rómverjabrævið 15:26 Rómverjabrævið
Tí Makedonia og Akaia vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku millum hini heilagu í Jerusalem.
Rómverjabrævið 15:27 Rómverjabrævið
Tey vildu so fegin gera tað – og tey standa eisini í skuld til teirra. Tí táið heidningarnir hava fingið part í andaligu góðum teirra, skylda teir teimum eisini at tæna teimum við hinum tímiliga.
Rómverjabrævið 15:28 Rómverjabrævið
Táið eg tá havi fullført hetta og lagt henda ávøkst í hendur teirra, ætli eg haðani at fara til Spania og bera við hjá tykkum.
Rómverjabrævið 15:29 Rómverjabrævið
Og eg veit, at táið eg komi til tykkara, skal eg koma við signing Kristusar í fullum máli.
Rómverjabrævið 15:30 Rómverjabrævið
Nú áminni eg tykkum, brøður, við Harra okkara Jesusi Kristi og við kærleika Andans, saman við mær at stríða í bønum tykkara til Gud fyri mær,
Rómverjabrævið 15:31 Rómverjabrævið
at eg skal verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Judea, og at ørindi mítt í Jerusalem skal líka hinum heilagu væl,
Rómverjabrævið 15:32 Rómverjabrævið
so eg kann koma til tykkara við gleði, eftir vilja Guds, og verða lívgaður saman við tykkum.
Rómverjabrævið 15:33 Rómverjabrævið
Gud friðarins veri við tykkum øllum! Amen.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,