at stinga í bakið
53 versir um "at stinga í bakið"
Versir
Síða 2 av 2Jóhannes 13:19 Jóhannes
Frá hesi stund sigi Eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, táið tað hevur hent, skulu trúgva, at tað eri Eg.
Jóhannes 13:20 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti honum, ið Eg sendi, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg.“
Jóhannes 13:21 Jóhannes
Táið Jesus hetta hevði sagt, varð Hann ógvuliga rørdur í andanum, vitnaði og segði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!“