at stevna einum kristnum
23 versir um "at stevna einum kristnum"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 6:1 Fyrra Korintbrævið
Kann nakar av tykkum fáa seg til, táið hann hevur søk móti øðrum, tá at søkja dóm hjá hinum órættvísu og ikki hjá hinum heilagu?
Fyrra Korintbrævið 6:2 Fyrra Korintbrævið
Ella vita tit ikki, at hini heilagu skulu døma heimin? Og skal heimurin verða dømdur av tykkum, eru tit tá ikki nóg góðir at døma í teimum søkum, sum so lítið hava at týða!
Fyrra Korintbrævið 6:3 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at vit skulu døma einglar? Hvussu mikið meiri tá ikki í tímiligum viðurskiftum!
Fyrra Korintbrævið 6:4 Fyrra Korintbrævið
Táið tit tá hava sakir um tímilig viðurskifti, seta tit teir til dómarar, sum eru roknaðir fyri einki í samkomuni!
Fyrra Korintbrævið 6:5 Fyrra Korintbrævið
Tykkum til skomm sigi eg tað! So er tá eingin vísur maður tykkara millum, ikki so mikið sum ein, ið er førur fyri at greiða søkina millum brøður sínar!
Fyrra Korintbrævið 6:6 Fyrra Korintbrævið
Men bróðir hevur søk við bróður, og tað fyri vantrúgvandi!
Fyrra Korintbrævið 6:7 Fyrra Korintbrævið
Nú er at siga, at tað er longu skeivt hjá tykkum, at tit hava sakir hvør við annan. Hví líða tit ikki fyrr órætt! Hví tola tit ikki fyrr skaða!
Fyrra Korintbrævið 6:8 Fyrra Korintbrævið
Men nú gera tit órætt og skaða, og tað brøðrum!
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið
hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!
Fyrra Korintbrævið 6:11 Fyrra Korintbrævið
Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.
Fyrra Korintbrævið 6:12 Fyrra Korintbrævið
Eg havi loyvi til alt – men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt – men eg má einki lata fáa vald á mær!
Fyrra Korintbrævið 6:13 Fyrra Korintbrævið
Maturin er fyri búkin, og búkurin fyri matin – og Gud skal gera enda á báðum. Men likamið er ikki fyri siðloysi, men fyri Harran; og Harrin er fyri likamið.
Fyrra Korintbrævið 6:14 Fyrra Korintbrævið
Gud, sum hevur reist upp Harran, skal eisini reisa okkum upp við kraft Síni.
Fyrra Korintbrævið 6:15 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? Skal eg tá taka limir Kristusar og gera teir til skøkjulimir! Minni enn so!
Fyrra Korintbrævið 6:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tann, ið heldur seg til skøkjuna, er eitt likam við henni? Hann sigur jú: „Tey bæði skulu vera eitt hold.“
Fyrra Korintbrævið 6:17 Fyrra Korintbrævið
Men tann, ið heldur seg til Harran, er ein andi við Honum.
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Matteus 18:16 Matteus
Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!
Matteus 18:17 Matteus
Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.