at spotta Gud
77 versir um "at spotta Gud"
Versir
Síða 2 av 2Ezekiel 37:4 Ezekiel
Tá segði Hann við meg: „Profetera um hesi bein og sig við tey: Tit turru bein! Hoyrið orð HARRANS!
Ezekiel 37:5 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN við hesi bein: Eg lati anda koma í tykkum, og tit skulu verða livandi.
Ezekiel 37:6 Ezekiel
Eg skal seta sinar á tykkum, lata hold koma á tykkum, draga húð yvir tykkum og geva anda í tykkum, og tit skulu verða livandi – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.“
Ezekiel 37:7 Ezekiel
Eg profeteraði nú, eins og mær var álagt, og har varð gangur, meðan eg profeteraði; tað fór at braka, og beinini nærkaðust hvørt at øðrum.
Ezekiel 37:8 Ezekiel
Eg sá, hvussu sinar og hold komu á tey, og hvussu húð dróst yvir tey uttan yvir hetta; men andi var eingin í teimum.
Ezekiel 37:9 Ezekiel
Tá segði Hann við meg: „Profetera og tala til andan – profetera, menniskjasonur, og sig við andan: So sigur Harrin HARRIN: Kom úr ættunum fýra, andi, og blás á hesar dripnu, so teir livna upp aftur!“
Ezekiel 37:10 Ezekiel
Eg profeteraði, eins og Hann hevði givið mær boð um, og andin kom í teir, og teir vórðu livandi og reistust á føtur, ovurhonds stórur herur.
Ezekiel 37:11 Ezekiel
Síðani segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Hesi bein eru alt hús Ísraels. Tey siga jú: „Bein okkara eru uppturkað, og vón okkara er komin upp í einki – tað er úti við okkum!“
Ezekiel 37:12 Ezekiel
Profetera tí og sig við tey: So sigur Harrin HARRIN: Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara; og Eg flyti tykkum inn í Ísraelsland.
Ezekiel 37:13 Ezekiel
Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk Mítt, koma upp úr grøvum tykkara.
Ezekiel 37:14 Ezekiel
Eg skal geva Anda Mín í tykkum, so tit verða livandi, og Eg skal búseta tykkum í landi tykkara – og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi talað, og at Eg eisini geri tað, sigur HARRIN.“
Ezekiel 37:15 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Ezekiel 37:16 Ezekiel
Tú, menniskjasonur! Tak tær stav og skriva á hann: „Fyri Juda, og fyri teir Ísraelsmenn, ið við honum eru.“ Tak tær síðani annan stav og skriva á hann: „Fyri Jósef – stavur fyri Efra’im og alt hús Ísraels, sum við honum er.“
Ezekiel 37:17 Ezekiel
Legg teir síðani saman, hvønn hjá øðrum, so teir verða til eitt í hond tíni!
Ezekiel 37:18 Ezekiel
Táið tá landsmenn tínir siga við teg: „Vilt tú ikki siga okkum, hvat tú meinir við hasum?“
Ezekiel 37:19 Ezekiel
skalt tú svara teimum: „So sigur Harrin HARRIN: Eg taki stav Jósefs, sum er í hond Efra’ims, og ættir Ísraels, sum við honum eru, og leggi aftrat stavi Juda og geri teir til ein stav, so teir verða til eitt í hond Míni.“
Ezekiel 37:20 Ezekiel
Og stavirnar, ið tú skrivar á, skalt tú halda í hondini fyri eygum teirra.
Ezekiel 37:21 Ezekiel
Sig síðani við teir: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal fáa Ísraelsmenn heimaftur frá tjóðunum, hagar teir fóru, og Eg skal savna teir saman úr øllum ættum og leiða teir inn aftur í land teirra.
Ezekiel 37:22 Ezekiel
Eg skal gera teir til einans tjóð í landinum, á Ísraelsfjøllum, og ein kongur skal vera kongur yvir teimum øllum; teir skulu ikki longur vera tvær tjóðir og ikki longur vera skiftir í tvey ríki.
Ezekiel 37:23 Ezekiel
Teir skulu ikki longur gera seg óreinar við avgudum sínum og viðurstygdum sínum, ei heldur við nakrari av misgerðum sínum; og Eg skal frelsa teir frá øllum fráfalli teirra, sum teir hava syndað við, og reinsa teir; teir skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra.
Ezekiel 37:24 Ezekiel
Tænari Mín Dávid skal vera kongur yvir teimum, og ein og sama hirða skulu teir allir hava; lógum Mínum skulu teir ganga eftir, og boð Míni skulu teir halda og gera eftir teimum.
Ezekiel 37:25 Ezekiel
Teir skulu búgva í landinum, sum Eg gav tænara Mínum Jákupi – tí, sum fedrar tykkara búðu í; teir skulu búgva í tí til ævigar tíðir, teir og børn og barnabørn teirra. Og tænari Mín Dávid skal vera høvdingi teirra til ævigar tíðir.
Ezekiel 37:26 Ezekiel
Eg skal gera friðarsáttmála við teir – ævigur sáttmáli við teir skal tað vera – og Eg skal búseta teir í landi Mínum og lata teir gerast fjølmentar. Og halgidóm Mín skal Eg seta mitt millum teirra í allar ævir.
Ezekiel 37:27 Ezekiel
Bústaður Mín skal vera yvir teimum; Eg skal vera Gud teirra, og teir skulu vera fólk Mítt.
Ezekiel 37:28 Ezekiel
Og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, sum halgi Ísrael, táið halgidómur Mín verður verandi mitt ímillum teirra í allar ævir.
Fyrra Korintbrævið 1:10 Fyrra Korintbrævið
Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.
Seinna Pætursbrævið 3:3 Seinna Pætursbrævið
Fyrst og fremst skulu tit vita hetta, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum spotta og ganga eftir sínum egnu lystum