At spoila børn
16 versir um "At spoila børn"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 4:7 Fimta Mósebók
– Tí hvar man eitt fólk vera at finna, ið hvussu stórt tað so er, sum hevur gudar, ið eru tí nær, sum HARRIN Gud okkara er okkum, so ofta sum vit kalla á Hann!
Fimta Mósebók 4:8 Fimta Mósebók
Og hvar man eitt fólk vera at finna, ið hvussu stórt tað so er, sum hevur slíkar rættvísar lógir og slík rættvís boð sum alla hesa lóg, ið eg leggi fram fyri tykkum í dag!
Fimta Mósebók 4:9 Fimta Mósebók
Men tú mást ansa tær og varða teg væl, so tú gloymir ikki tað, ið eygu tíni hava sæð, og tað víkur ikki frá hjarta tínum, so leingi sum tú livir – nei, tú skalt siga børnum og barnabørnum tínum frá tí!
Sálmarnir 128:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Sælur er hvør tann, ið óttast HARRAN og gongur leiðir Hansara!
Sálmarnir 128:2 Sálmarnir
Ávøkst handaverks tíns skalt tú njóta; sælur ert tú, og væl gongst tær!
Sálmarnir 128:3 Sálmarnir
Kona tín er sum fruktbart víntræ inni í húsi tínum, børn tíni eru sum oljukvistar rundan um borð títt.
Sálmarnir 128:4 Sálmarnir
Ja, soleiðis verður tann maður signaður, sum óttast HARRAN.
Sálmarnir 128:5 Sálmarnir
HARRIN skal signa teg av Zion, og allar lívsdagar tínar skalt tú við gleði skoða, hvussu væl Jerusalem gongst.
Sálmarnir 128:6 Sálmarnir
Og tú skalt fáa at síggja barnabørn tíni. – Friður veri yvir Ísrael!
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini
Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini
Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.
Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Jákupsbrævið 1:16 Jákupsbrævið
Villist ikki, elskaðu brøður mínir!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.