at snýta til próvtøku

11 versir um "at snýta til próvtøku"

Versir

Síða 1 av 1
Efesusbrævið 4:28 Efesusbrævið

Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er, so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir!

13
Lukas 16:10 Lukas

Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.

10
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið

Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.

6
Triðja Mósebók 19:11 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki stjala. Tit mugu ikki lúgva. Tit mugu ikki svíkja hvør annan.

4
Orðtøkini 10:9 Orðtøkini

Tann, ið lýtaleyst livir, gongur trygt, men tann, ið gongur sniðgøtur, verður avdúkaður.

3
Fimta Mósebók 5:19 Fimta Mósebók

Tú mást ikki stjala.

2
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini

Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.

2
Orðtøkini 26:17 Orðtøkini

Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við.

2
Orðtøkini 28:24 Orðtøkini

Tann, ið rænir frá faðir sínum og móður síni, og so sigur: „Tað er eingin synd!“ er felagi oyðarans.

2
Lukas 6:31 Lukas

Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.

2
Seinna Korintbrævið 4:2 Seinna Korintbrævið

Nei, vit hava sagt okkum leysar frá hinum skammiligu loynigøtum og ganga ikki fram við sviki, ei heldur handfara vit orð Guds óærliga; nei, við at leggja sannleikan opnan fram tala vit til samvitsku hvørs menniskja fyri ásjón Guds og biðja tey taka ímóti okkum.

2