at sleppa úr skuld
79 versir um "at sleppa úr skuld"
Versir
Síða 1 av 2Seinna Kongabók 4:1 Seinna Kongabók
Ein kvinna, ið hevði verið gift við einum av profetalærisveinunum, rópti á Elisa og segði: „Tænari tín maður mín er deyður, og tú veitst, at tænari tín óttaðist HARRAN; men nú kemur ein, ið átti hjá honum, og ætlar at gera báðar synir mínar til trælir hjá sær.“
Seinna Kongabók 4:2 Seinna Kongabók
Elisa segði við hana: „Hvat kann eg gera fyri teg? Sig mær: Hvat hevur tú í húsinum?“ Hon svaraði: „Tænastukvinna tín hevur einki annað í húsinum enn krukku við olju.“
Seinna Kongabók 4:3 Seinna Kongabók
Tá segði hann: „Far og læn tær íløt frá øðrum, frá øllum grannum tínum – tóm íløt – lat tey ikki vera ov fá!
Seinna Kongabók 4:4 Seinna Kongabók
Far so inn, læs dyrnar eftir tær og sonum tínum, og hell oljuna í øll íløtini! So hvørt sum tey eru full, skalt tú seta tey frá tær.“
Seinna Kongabók 4:5 Seinna Kongabók
Hon fór nú frá honum. Og hon læsti dyrnar eftir sær og sonum sínum; teir rættu henni íløtini, og hon helti í tey.
Seinna Kongabók 4:6 Seinna Kongabók
Táið íløtini vóru full, segði hon við son sín: „Rætt mær eitt ílat enn!“ Men hann svaraði: „Einki ílat er eftir!“ Tá helt oljan uppat at renna.
Seinna Kongabók 4:7 Seinna Kongabók
Hetta kom hon og segði gudsmanninum, og hann segði: „Far og sel oljuna og rinda skuld tína! So kunnu tú og synir tínir liva av tí, sum av loypur.“
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini
So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Fimta Mósebók 28:1 Fimta Mósebók
„Hoyrir tú nú rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær, so skal HARRIN Gud tín seta teg hægri enn øll onnur fólk á jørðini;
Fimta Mósebók 28:2 Fimta Mósebók
allar hesar signingar skulu koma yvir teg og náa tær, so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns:
Fimta Mósebók 28:3 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera í staðnum, og signaður skalt tú vera á markini.
Fimta Mósebók 28:4 Fimta Mósebók
Signað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni og fæi tínum, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
Fimta Mósebók 28:5 Fimta Mósebók
Signað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
Fimta Mósebók 28:6 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og signaður skalt tú vera, táið tú fert út.
Fimta Mósebók 28:7 Fimta Mósebók
Táið fíggindar tínir reisa seg móti tær, skal HARRIN lata teir verða við undirlutan; ein veg skulu teir koma ímóti tær, men í sjey ættir skulu teir flýggja undan tær.
Fimta Mósebók 28:8 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva signingini boð um at vera hjá tær í løðum tínum og at fylgja tær í øllum, sum tú fert undir at gera; Hann skal signa teg í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
Fimta Mósebók 28:9 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til eitt fólk, ið er Honum halgað – sum Hann við eiði hevur lovað tær – so satt sum tú heldur boð HARRANS Guds tíns og gongur leiðir Hansara.
Fimta Mósebók 28:10 Fimta Mósebók
Øll fólk á jørðini skulu síggja, at tú ert kallað eftir navni HARRANS, og tey skulu ræðast teg.
Fimta Mósebók 28:11 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva tær yvirflóð av øllum, ið gott er, bæði av lívsfrukt tíni og av fruktini av fæi tínum og av jørð tíni, í landinum, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum tínum at geva tær.
Fimta Mósebók 28:12 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata upp fyri tær ríku goymslu Sína – himmalin – og geva landi tínum regn í rættari tíð og signa alt, ið tú fert undir at gera; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá.
Fimta Mósebók 28:13 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til høvd og ikki til hala; tú skalt altíð vera omaná og ikki liggja undir – so satt sum tú hoyrir boð HARRANS Guds tíns, sum eg í dag áleggi tær, og leggur tær eina við at halda tey,
Fimta Mósebók 28:14 Fimta Mósebók
og so satt sum tú víkur ikki frá einum av orðunum, ið eg í dag leggi fyri tykkum – hvørki til høgru ella vinstru – so tú heldur teg til aðrar gudar og dýrkar teir.
Sálmarnir 115:14 Sálmarnir
HARRIN lati tykkum nørast, tykkum og børn tykkara!
Lukas 16:11 Lukas
Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør fer tá at líta tykkum hin sanna upp í hendur!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Sálmarnir 25:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, lyfti eg sál mína!
Sálmarnir 25:2 Sálmarnir
Gud mín, á Teg líti eg; lat meg ikki verða til skammar, lat ikki fíggindar mínar gleðast yvir mær!
Sálmarnir 25:3 Sálmarnir
Nei, eingin verður til skammar, sum bíðar eftir Tær – tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúleys.
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir
Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,
Sálmarnir 25:5 Sálmarnir
leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.
Sálmarnir 25:6 Sálmarnir
HARRI, minst miskunn og náði Tína, tí tær hava verið frá ævigum tíðum!
Sálmarnir 25:7 Sálmarnir
Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at Tú ert so góður, HARRI!
Sálmarnir 25:8 Sálmarnir
Góður og sannhjartaður er HARRIN; tí lærir Hann syndarar vegin.
Sálmarnir 25:9 Sálmarnir
Hann leiðir hini eyðmjúku í tað, sum beint er, og lærir hini eyðmjúku veg Sín.
Sálmarnir 25:10 Sálmarnir
Allir vegir HARRANS eru teimum náði og trúfesti, sum halda sáttmála Hansara og vitnisburð Hansara.
Sálmarnir 25:11 Sálmarnir
Fyri navns Tíns skuld, HARRI, fyrigev mær misbrot mítt – tí tað er stórt!
Sálmarnir 25:12 Sálmarnir
Hvør er tann, ið óttast HARRAN? Honum vísir Hann vegin, ið hann skal velja.
Sálmarnir 25:13 Sálmarnir
Sál hansara skal altíð liva í lukku, og avkom hansara skal fáa landið í ogn.
Sálmarnir 25:14 Sálmarnir
Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur.
Sálmarnir 25:15 Sálmarnir
Eyga mítt er altíð vent til HARRAN; tí Hann loysir føtur mínar úr snerruni.
Sálmarnir 25:16 Sálmarnir
Vend Tær til mín og vís mær náði, tí eg eri einsligur og armur!
Sálmarnir 25:17 Sálmarnir
Angist hjarta míns hava teir gjørt stóra – leið meg út úr neyðini!
Sálmarnir 25:18 Sálmarnir
Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar!
Sálmarnir 25:19 Sálmarnir
Hygg fíggindar mínir, hvussu nógvir teir eru, og hvussu teir hata meg við ógrundaðum hatri!
Sálmarnir 25:20 Sálmarnir
Verj sál mína og bjarga mær, lat meg ikki verða til skammar – eg søki mær skjól hjá Tær!