at skriva dagbók / andaliga dagbók
174 versir um "at skriva dagbók / andaliga dagbók"
Versir
Síða 1 av 4Habakkuk 2:2 Habakkuk
Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina – skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa!
Opinberingin 11:1 Opinberingin
Mær varð givið rør, líkt stavi, og sagt varð: „Reis teg og mál tempul Guds og altarið og tey, sum har tilbiðja!
Opinberingin 11:2 Opinberingin
Men forgarðin uttan fyri templið, leyp hann um, mál hann ikki! Tí hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu 42 mánaðir traðka niður hin heilaga stað.
Opinberingin 11:3 Opinberingin
Eg skal geva vitnum Mínum báðum, at teir skulu profetera í 1260 dagar, klæddir í sekk.
Opinberingin 11:4 Opinberingin
Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar.
Opinberingin 11:5 Opinberingin
Ætlar onkur at gera teimum skaða, gongur út eldur úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra – ja, ætlar onkur at gera teimum skaða, skal hann verða dripin soleiðis.
Opinberingin 11:6 Opinberingin
Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera; og teir hava vald yvir vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum teir vilja.
Opinberingin 11:7 Opinberingin
Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir.
Opinberingin 11:8 Opinberingin
Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland – har eisini Harri teirra varð krossfestur.
Opinberingin 11:9 Opinberingin
Menniskju av øllum fólkum, ættum, tungumálum og tjóðum skulu hyggja at líkum teirra hálvanfjórða dag og ikki loyva, at lík teirra verða løgd í grøv.
Opinberingin 11:10 Opinberingin
Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva.“
Opinberingin 11:11 Opinberingin
Men táið hálvurfjórði dagur var gingin, kom lívsandi frá Gudi í teir, og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir.
Opinberingin 11:12 Opinberingin
Og teir hoyrdu harða rødd av Himli, sum segði við teir: „Komið upp higar!“ Tá fóru teir í skýnum upp til Himmals – fyri eygum fígginda sína.
Opinberingin 11:13 Opinberingin
Í somu stund varð stórur jarðskjálvti, tíggjundaparturin av staðnum fall, og 7000 menniskju lótu lív í jarðskjálvtanum. Og ótti fall á hini, og tey góvu Gudi Himmalsins dýrd.
Opinberingin 11:14 Opinberingin
Annað vei er at enda – men triðja vei kemur skjótt!
Opinberingin 11:15 Opinberingin
Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: „Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!“
Opinberingin 11:16 Opinberingin
Hinir 24 elstu, sum sita í hásætum sínum fyri ásjón Guds, fullu niður á andlit síni, tilbóðu Gud og søgdu:
Opinberingin 11:17 Opinberingin
„Vit takka Tær, Harri Gud, Tú Alvaldi, Tú, sum ert, og sum vart, at Tú hevur tikið stóra mátt Tín og ert vorðin kongur!
Opinberingin 11:18 Opinberingin
Fólkasløgini vórðu vreið; men vreiði Tín er komin, og tíðin táið hini deyðu skulu verða dømd, og táið Tú skalt løna profetunum, tænarum Tínum, og hinum heilagu og teimum, ið óttast navn Títt, hinum smáu og hinum stóru – og táið Tú skalt oyða tey, sum oyða jørðina.“
Opinberingin 11:19 Opinberingin
Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.
Fimta Mósebók 31:19 Fimta Mósebók
Skriva teimum tí nú upp henda song og lær Ísraelsmenn hann, legg teimum hann í munnin, so hann kann vera vitni Mítt móti Ísraelsmonnum!
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir
Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
Dániel 4:1 Dániel
Nebukadnezar kongur – til allar tjóðir og ættir og øll tungumál, sum á allari jørðini búgva. Friður veri við tykkum í ríkum máli!
Dániel 4:2 Dániel
Tey tekin og undur, ið hin hægsti Gud hevur gjørt við meg, havi eg sett mær fyri at kunngera.
Dániel 4:3 Dániel
– Hvør stór eru ikki tekin Hansara, hvør veldig eru ikki undur Hansara! Ríki Hansara er ævigt ríki, og harradømi Hansara varir mann eftir mann.
Dániel 4:4 Dániel
Eg, Nebukadnezar, livdi tryggur í húsi mínum, lívsglaður í høll míni.
Dániel 4:5 Dániel
Tá hevði eg dreym, ið loypti ræðslu á meg; hugsanirnar á legu míni og sjónirnar, ið fram fyri meg komu, ræddu meg.
Dániel 4:6 Dániel
Tí gav eg tað boð, at allir vísmenn Bábels skuldu verða leiddir inn fyri meg, so teir kundu týða mær dreymin.
Dániel 4:7 Dániel
Teir komu tá inn, spámenninir, andamanararnir, Kaldeararnir og stjørnutýðararnir, og eg segði teimum dreymin; men teir vóru ikki førir fyri at týða mær hann.
Dániel 4:8 Dániel
Men at endanum kom eisini Dániel inn fyri meg, hann, ið kallaður er Beltsazar eftir navni guds míns, og sum Andi hinna heilagu Guda er í, og eg segði honum dreymin:
Dániel 4:9 Dániel
„Beltsazar, tú spámannahøvdingi! Eg veit jú, at Andi hinna heilagu Guda er í tær, og at eingin loyndardómur er tær ov torførur; sig mær tí nú sjónirnar, ið eg sá í dreymi mínum – sig mær, hvussu tær skulu týðast!
Dániel 4:10 Dániel
Hetta vóru sjónirnar, ið komu fram fyri meg á legu míni: Eg sá í sjón míni træ, ið stóð mitt á jørðini, og sum var ógvuliga høgt;
Dániel 4:11 Dániel
tað var stórt og sterkt træ, og so høgt, at tað rakk upp til himmals og sást líka at enda jarðarinnar;
Dániel 4:12 Dániel
leyv tess var fagurt, og tað bar ríkligan ávøkst, so tað gav øllum føði; dýrini á markini funnu skugga undir tí, fuglar himmalsins áttu í greinum tess, og alt, ið livdi, fekk føði av tí.
Dániel 4:13 Dániel
Framvegis sá eg í sjónunum, sum fram fyri meg komu á legu míni, at heilagur vaktari kom niður av himli.
Dániel 4:14 Dániel
Hann rópti hart og segði: „Fellið træið, høggið greinarnar av tí, slítið leyvið av tí, og spjaðið ávøkstin! Dýrini undir tí skulu rýma, og fuglarnir flúgva burt úr greinum tess.
Dániel 4:15 Dániel
Men latið bulin við rótunum standa eftir í jørðini, men í leinkjum av jarni og kopari, mitt í grasinum á markini! Av døgg himmalsins skal hann verða vátur, og sum dýrini skal hann eta urtirnar á markini.
Dániel 4:16 Dániel
Hjarta hansara skal umbroytast, so tað ikki er menniskjahjarta longur; dýrahjarta skal hann fáa. Og sjey tíðir* skulu ganga yvir hann.
Dániel 4:17 Dániel
So er avgjørt – vaktararnir hava ráðlagt tað – og eftir boðum hinna heilagu er hetta mál avgjørt – fyri at øll, ið liva, skulu sanna, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni, letur, hvønn ið Hann vil, fáa tað – og setur tann, ið minst hevur at týða millum menniskjuni, at ráða yvir tí.“
Dániel 4:18 Dániel
Hetta var dreymurin, ið eg, Nebukadnezar kongur, skoðaði. Og tú, Beltsazar, týð mær hann nú! Tí eingin av vísmonnunum í ríki mínum er førur fyri at týða mær hann; men tú ert førur fyri tí, við tað at Andi hinna heilagu Guda er í tær.“
Dániel 4:19 Dániel
Tá stóð Dániel – hann, ið hevði fingið navnið Beltsazar – eina løtu ræðslusligin, og hugsanir hansara ræddu hann. Men kongurin tók til orða og segði: „Beltsazar! Lat ikki dreymin og týðingina loypa ræðslu á teg!“ Beltsazar svaraði: „Harri! Eg vildi, at hesin dreymur var um teir, ið hata teg, og týðingin um fíggindar tínar!
Dániel 4:20 Dániel
– Træið, ið tú sást, sum var so stórt og sterkt, og so høgt, at tað rakk upp til himmals og sást um alla jørðina,
Dániel 4:21 Dániel
tað, ið hevði so fagurt leyv og bar so ríkligan ávøkst, at tað gav øllum føði, tað, ið dýrini á markini høvdu tilhald undir, og sum fuglar himmalsins áttu í greinunum á,
Dániel 4:22 Dániel
tað er tú sjálvur, kongurin, tú, ið ert so stórur og veldigur. Vald títt hevur vaksið so, at tað røkkur til himmals, og harradømi títt røkkur líka at enda jarðarinnar!
Dániel 4:23 Dániel
Men at kongurin sá heilagan vaktara koma niður av himli og siga: „Fellið træið og forkomið tí, men latið bulin við rótunum standa eftir í jørðini, men í leinkjum av jarni og kopari, mitt í grasinum á markini! Av døgg himmalsins skal hann verða vátur, og hann skal hava sama lut sum dýrini á markini, inntil sjey tíðir eru gingnar yvir hann“
Dániel 4:24 Dániel
– hetta, kongurin, talar um – og tað er tað, ið hin Hægsti hevur sett Sær fyri at lata koma yvir harra mín kongin:
Dániel 4:25 Dániel
Tú verður rikin burtur frá menniskjunum, og bústaður tín skal vera hjá dýrunum á markini; urtir skalt tú eta sum neytini, av døgg himmalsins skalt tú verða vátur, og sjey tíðir skulu ganga yvir teg – inntil tú sannar, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni og letur, hvønn Hann vil, fáa tað.
Dániel 4:26 Dániel
Men táið sagt varð, at bulurin við rótunum skuldi standa eftir, so talar hetta um, at tú skalt fáa ríki títt aftur, við tað sama sum tú sannar, at tað er Himmalin, ið hevur valdið.
Dániel 4:27 Dániel
Kongurin! Tak tí væl við tí, sum eg ráði tær til: Gev uppat við syndum tínum og ger rætt í staðin fyri, gev uppat við misgerðum tínum og ger miskunn móti hinum ørmu! – Tað kundi borið á, at tær tá framvegis gekst væl!“
Dániel 4:28 Dániel
– Alt hetta kom yvir Nebukadnezar kong.