at skera / sjálvskaðing
6 versir um "at skera / sjálvskaðing"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:28 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. – Eg eri HARRIN!
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Triðja Mósebók 21:5 Triðja Mósebók
Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið.
Jóhannes 12:25 Jóhannes
Tann, ið elskar lív sítt, missir tað, men tann, ið hatar lív sítt í hesum heimi, skal hava tað, og hava ævigt lív.
Jeremias 16:6 Jeremias
Tey skulu doyggja, bæði stór og smá, í hesum landi; ikki skulu tey verða jarðað, og eingin skal harmast um tey ella skera í hold sítt ella raka av sær hárið fyri teirra skuld.