at skeldast
17 versir um "at skeldast"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 15:1 Orðtøkini
Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.
Orðtøkini 3:30 Orðtøkini
Kjakast ongan við uttan grund, táið hann einki ilt hevur gjørt tær!
Orðtøkini 13:10 Orðtøkini
Við hugmóði voldir ein einki uttan split, men vísdómur er hjá teimum, ið taka við ráðum.
Orðtøkini 18:1 Orðtøkini
Hin eginsinti gongur bert eftir sínum egna hugi; hann ilskast at øllum vísum ráðum.
Orðtøkini 18:2 Orðtøkini
Dárin leggur líka í at vera vitigur; hann vil bert vísa, hvat í honum býr.
Orðtøkini 26:4 Orðtøkini
Svara ikki dáranum eftir dárskapi hansara – verð tú ikki sjálvur honum líkur!
Orðtøkini 29:11 Orðtøkini
Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.
Orðtøkini 29:22 Orðtøkini
Tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 14:19 Rómverjabrævið
Latið okkum tí stevna eftir tí, sum er til frið og til uppbygging hvørs annars!
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Filippibrævið 2:14 Filippibrævið
Gerið alt uttan at knarra og uttan at ivast,
Seinna Timoteusarbrævið 2:23 Seinna Timoteusarbrævið
Men sigst undan hinum býttisligu og skilaleysu trætum – tú veitst jú, at tær leiða av sær ófrið!
Seinna Timoteusarbrævið 2:24 Seinna Timoteusarbrævið
Tænari Harrans eigur ikki at stríðast, men vera mildur við øll, førur fyri at læra onnur, tolin, táið hann líður ilt.
Titusarbrævið 3:1 Titusarbrævið
Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk,
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið
ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið
Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.