at skammast við Gud
8 versir um "at skammast við Gud"
Versir
Síða 1 av 1Markus 8:38 Markus
Tann, ið skammast við Meg og orð Míni í hesi ótrúgvu og syndigu ætt, hann skal eisini Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Faðirs Síns við hinum heilagu einglum.“
Lukas 9:26 Lukas
Tann, ið skammast við Meg og orð Míni, skal Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Síni og Faðirsins og hinna heilagu eingla.
Rómverjabrævið 1:16 Rómverjabrævið
Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.
Matteus 10:32 Matteus
Hvør tann, sum tí kennist við Meg fyri menniskjum, hann skal eisini Eg kennast við fyri Faðir Mínum, sum er í Himli.
Matteus 10:33 Matteus
Men tann, ið avnoktar Meg fyri menniskjum, skal eisini Eg avnokta fyri Faðir Mínum, sum er í Himli.
Lukas 6:46 Lukas
Men hví kalla tit Meg: „Harri, Harri!“ – og gera ikki tað, sum Eg sigi?
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Fyrra Pætursbrævið 4:16 Fyrra Pætursbrævið
Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.