at skaða likam títt
36 versir um "at skaða likam títt"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
Fyrra Korintbrævið 3:17 Fyrra Korintbrævið
Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
Triðja Mósebók 19:28 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. – Eg eri HARRIN!
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Matteus 26:41 Matteus
Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!“
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Sálmarnir 30:2 Sálmarnir
HARRI, eg geri Teg stóran, tí Tú bjargaði mær, lætst ei fíggindar mínar gleðast uppi yvir mær!
Fyrra Korintbrævið 6:12 Fyrra Korintbrævið
Eg havi loyvi til alt – men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt – men eg má einki lata fáa vald á mær!
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
Markus 7:18 Markus
Hann svaraði teimum: „Eru eisini tit so skilaleysir? Skilja tit ikki, at einki, sum uttanfrá kemur inn í menniskjað, kann gera tað óreint?
Markus 7:19 Markus
Tað fer jú ikki inn í hjarta tess, men í magan, og fer út hin náttúrliga vegin, soleiðis sum øll føði verður reinsað.“
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Prædikarin 1:1 Prædikarin
Orð prædikarans, sonar Dávids, kongs í Jerusalem.
Prædikarin 1:2 Prædikarin
Fáfongd fáfongda, sigur prædikarin, fáfongd fáfongda – alt er fáfongd!
Prædikarin 1:3 Prædikarin
Hvønn vinning hevur menniskjað av øllum strevi sínum, sum hann pøsir seg við undir sólini!
Prædikarin 1:4 Prædikarin
Eitt ættarliðið fer, og annað kemur, men jørðin stendur í allar ævir.
Prædikarin 1:5 Prædikarin
Sólin kemur upp, og sólin fer niður, og hon skundar sær aftur til staðið, har hon kemur upp.
Prædikarin 1:6 Prædikarin
Vindurin lækkar niður í sunnan og fer upp í norðan; hann skiftir og skiftir, sum hann fer fram, og tekur so aftur at mala.
Prædikarin 1:7 Prædikarin
Allar áir renna í sjógvin, men sjógvurin verður aldri fullur; hagar áirnar renna, hagar renna tær altíð aftur.
Prædikarin 1:8 Prædikarin
Alt pøsir seg út, eingin kann siga frá tí; eygað verður ikki mett av at síggja, og oyrað verður ikki fult av at hoyra.
Prædikarin 1:9 Prædikarin
Tað, ið verið hevur, er tað, ið verða skal, og tað, ið hent hevur, er tað, ið henda skal, og einki nýtt er undir sólini.
Prædikarin 1:10 Prædikarin
Kemur okkurt, sum sagt verður um: „Hygg, hetta er nú nýtt!“ – tað hevur kortini langt síðani verið til í tíðunum undan okkum.
Prædikarin 1:11 Prædikarin
Eingin er, sum minnist tey, ið áður hava livað, og líka lítið skulu tey, sum eftir okkum koma, liva í minni teirra, sum koma uppaftur seinni.
Prædikarin 1:12 Prædikarin
Eg, prædikarin, var kongur yvir Ísrael í Jerusalem.
Prædikarin 1:13 Prædikarin
Eg vendi hjarta mínum at rannsaka og við vísdómi granska út alt tað, sum undir himli hendir; tað er troyttandi strev, ið Gud hevur givið menniskjabørnunum at pøsa seg við.
Prædikarin 1:14 Prædikarin
Eg sá alt tað, ið undir sólini hendir – og so var tað alt samalt fáfongd og eftirsókn eftir vindi!
Prædikarin 1:15 Prædikarin
Tað, ið bogið er, kann ikki beinast, og hálvt kann ikki verða heilt.
Prædikarin 1:16 Prædikarin
Eg hugsaði við mær sjálvum: „Ja, eg havi nú vunnið mær størri og ríkari vísdóm enn allir teir, ið undan mær hava rátt yvir Jerusalem, og hjarta mítt hevur skoðað vísdóm og kunnskap í ríkum máli!“
Prædikarin 1:17 Prædikarin
Men táið eg nú vendi hjarta mínum at skilja vísdóm og kenna dárskap og fávitsku, skilti eg, at eisini hetta var eftirsókn eftir vindi.
Prædikarin 1:18 Prædikarin
Tí har sum nógvur vísdómur er, er eisini nógv gremja, og tann, ið økir kunnskap sín, økir kvøl sína.
Jóel 2:25 Jóel
Og Eg skal bøta tykkum aftur árini, táið grashoppan, bítarin, skavarin og gnagarin ótu alt upp – hin stóri herur Mín, sum Eg sendi móti tykkum.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.