at sigra / vinna á
10 versir um "at sigra / vinna á"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini
Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!
Orðtøkini 3:8 Orðtøkini
Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds!