At síggja

18 versir um "At síggja"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 119:18 Sálmarnir

Lat upp eygu míni, so eg kann skoða alt hitt undurfulla í lóg Tíni!

3
Jóhannes 12:40 Jóhannes

„Hann hevur blindað eygu teirra og gjørt hjarta teirra hart, so tey skulu ikki síggja við eygunum og skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“

3
Seinna Korintbrævið 5:7 Seinna Korintbrævið

Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.

3
Fyrsta Mósebók 32:30 Fyrsta Mósebók

Hesum staðnum gav Jákup navnið Peniel,* tí hann segði: „Eg havi sæð Gud andlit til andlit, og tó bjargað lívinum!“

2
Onnur Mósebók 33:20 Onnur Mósebók

Og hann segði: „Andlit Mítt kanst tú ikki síggja; einki menniskja kann síggja Meg og liva.“

2
Seinna Kongabók 6:17 Seinna Kongabók

Og Elisa bað og segði: „HARRI! Lat eygu hansara upp, so hann sær!“ Tá læt HARRIN upp eygu tænarans, og hann sá, at fjallið var fult av eldhestum og eldvagnum rundan um Elisa.

2
Seinna Kongabók 6:18 Seinna Kongabók

Táið teir nú hildu oman ímóti honum, bað Elisa til HARRAN og segði: „Slá hetta fólk við blindleika!“ Og Hann sló teir við blindleika, sum Elisa hevði biðið.

2
Seinna Kongabók 6:19 Seinna Kongabók

Nú segði Elisa við teir: „Hetta er hvørki hin rætti vegurin ella hin rætti býurin; komið við mær, so skal eg fylgja tykkum til mannin, ið tit leita eftir!“ So fór hann til Samaria við teimum.

2
Seinna Kongabók 6:20 Seinna Kongabók

Og táið teir vóru komnir inn í Samaria, bað Elisa: „HARRI! Lat upp eygu teirra, so teir síggja!“ Tá læt HARRIN upp eygu teirra, og teir sóu, at teir vóru mitt í Samaria.

2
Sálmarnir 13:2 Sálmarnir

Hvussu leingi fert Tú at gloyma meg, HARRI? Í allar ævir? Hvussu leingi fert Tú at fjala andlitið fyri mær?

2
Sálmarnir 13:3 Sálmarnir

Hvussu leingi skal eg hýsa stúran í sálini, angist í hjartanum dag eftir dag? Hvussu leingi skal fíggindin gera seg stóran yvir meg?

2
Orðtøkini 20:12 Orðtøkini

Oyrað, ið hoyrir, og eygað, ið sær – HARRIN hevur skapt bæði.

2
Matteus 5:8 Matteus

Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.

2
Jóhannes 1:14 Jóhannes

Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.

2
Jóhannes 1:18 Jóhannes

Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann.

2
Fyrra Korintbrævið 13:12 Fyrra Korintbrævið

Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2
Opinberingin 1:7 Opinberingin

Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. – Ja, amen!

2