at siga lygnir

9 versir um "at siga lygnir"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 8:44 Jóhannes

Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið sigur: „Eg kenni Hann!“ – og heldur ikki boð Hansara – hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki.

4
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

4
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini

Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.

3
Onnur Mósebók 20:16 Onnur Mósebók

Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.

2
Fjórða Mósebók 23:19 Fjórða Mósebók

Gud er ikki menniskja, so Hann skuldi logið, ikki menniskjabarn, so Hann skuldi angrað! Skuldi Hann sagt nakað og ikki gjørt tað! Skuldi Hann talað og ikki fullført tað!

2
Orðtøkini 12:19 Orðtøkini

Sannorðað vørr verður standandi í allar ævir, men lygitunga bert eina løtu.

2
Orðtøkini 19:9 Orðtøkini

Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið gongur við lygn, skal ikki komast undan.

2
Efesusbrævið 4:25 Efesusbrævið

Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!

2