At seta mál
16 versir um "At seta mál"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 21:5 Orðtøkini
Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.
Seinna Krønikubók 15:7 Seinna Krønikubók
Men verið tit hugreystir og latið ikki mótið falla! Tað skal ikki verða lønarleyst, tað, ið tit gera.“
Habakkuk 2:2 Habakkuk
Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina – skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa!
Habakkuk 2:3 Habakkuk
Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.
Filippibrævið 3:13 Filippibrævið
Brøður! Eg haldi ikki um meg sjálvan, at eg havi vunnið tað;
Filippibrævið 3:14 Filippibrævið
men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 24:27 Orðtøkini
Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Matteus 19:26 Matteus
Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: „Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.“
Jóhannes 6:27 Jóhannes
Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað.“
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!