at samanbera okkum
6 versir um "at samanbera okkum"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 10:12 Seinna Korintbrævið
Tí vit vága okkum ikki at rokna okkum millum ella líkna okkum saman við summar – ið geva sær sjálvum viðmæli; men táið teir meta seg við seg sjálvar og líkna seg saman við seg sjálvar, fattast teimum vit.
Galatiabrævið 6:4 Galatiabrævið
Nei, ein og hvør royni sítt egna verk! Tá skal hann hava rós sítt, bert eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Seinna Korintbrævið 13:5 Seinna Korintbrævið
Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki tykkum sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina!
Galatiabrævið 1:10 Galatiabrævið
Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,