at salva við olju
13 versir um "at salva við olju"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 5:14 Jákupsbrævið
Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.
Markus 6:13 Markus
Og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey.
Onnur Mósebók 29:7 Onnur Mósebók
Tak so salvuoljuna og hell hana út yvir høvd hansara og salva hann!
Onnur Mósebók 40:9 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú taka salvuoljuna og salva tabernaklið og alt, sum í tí er, og tú skalt halga tabernaklið og alt, ið til hoyrir, so tað verður heilagt.
Triðja Mósebók 8:12 Triðja Mósebók
Og hann helti av salvuoljuni út yvir høvd Árons og salvaði og halgaði hann.
Sálmarnir 45:7 Sálmarnir
Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, rættvísisproti er sproti ríkis Tíns.
Matteus 6:17 Matteus
Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,
Lukas 4:18 Lukas
„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
Lukas 7:46 Lukas
Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu.
Ápostlasøgan 10:38 Ápostlasøgan
– um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á – tí Gud var við Honum.
Hebrearabrævið 1:9 Hebrearabrævið
Tú elskaði rættferð og hataði lógloysi; tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar!“
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit hava salving frá hinum Heilaga og vita alt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:27 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tit – salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað – satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!