at rætta ein bróður
26 versir um "at rætta ein bróður"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Matteus 18:16 Matteus
Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!
Matteus 18:17 Matteus
Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.
Galatiabrævið 6:1 Galatiabrævið
Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður!
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Fyrra Korintbrævið 5:1 Fyrra Korintbrævið
Yvirhøvur hoyrist um siðloysi tykkara millum, og tað slíkt siðloysi, sum enntá ikki finst millum heidningarnar – at ein livir saman við konu faðirs síns.
Fyrra Korintbrævið 5:2 Fyrra Korintbrævið
– Og tit eru uppblástir, í staðin fyri at tit skuldu syrgt, so tann, ið hesa gerð hevur gjørt, kundi verðið koyrdur út frá tykkum!
Fyrra Korintbrævið 5:3 Fyrra Korintbrævið
Tí eg, sum við likaminum eri frástaddur, men hjástaddur í andanum, eg havi fyri mín part longu – sum eg hevði verið hjástaddur – felt tann dóm yvir hann, ið hetta hevur gjørt,
Fyrra Korintbrævið 5:4 Fyrra Korintbrævið
at táið tit og andi mín koma saman, skal hann, í navni Harra okkara Jesusar og við kraft Harra okkara Jesusar,
Fyrra Korintbrævið 5:5 Fyrra Korintbrævið
verða givin upp til Satan til oyðing holdsins, fyri at andin kann verða frelstur á degi Harrans Jesusar.
Fyrra Korintbrævið 5:6 Fyrra Korintbrævið
Tað er ikki vakurt, ið tit rósa tykkum av! Vita tit ikki, at eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið?
Fyrra Korintbrævið 5:7 Fyrra Korintbrævið
Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir – tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.
Fyrra Korintbrævið 5:8 Fyrra Korintbrævið
Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks!
Fyrra Korintbrævið 5:9 Fyrra Korintbrævið
Eg skrivaði til tykkara í brævi mínum, at tit skulu ikki umgangast siðloysingar.
Fyrra Korintbrævið 5:10 Fyrra Korintbrævið
Hetta meinti eg ikki við siðloysingar yvirhøvur í hesum heimi ella hini havisjúku og ránsmenn og avgudadýrkarar – so máttu tit jú farið út úr heiminum!
Fyrra Korintbrævið 5:11 Fyrra Korintbrævið
Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum.
Fyrra Korintbrævið 5:12 Fyrra Korintbrævið
Hvat kemur mær við at døma tey, sum uttanfyri eru! Døma tit ikki tey, sum innanfyri eru?
Fyrra Korintbrævið 5:13 Fyrra Korintbrævið
Hini uttanfyri skal Gud døma. Koyrið hin ónda út frá tykkum sjálvum!
Seinna Tessalonikabrævið 3:15 Seinna Tessalonikabrævið
Tó skulu tit ikki rokna hann fyri fígginda, men áminna hann sum bróður.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:20 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, ið synda, skalt tú hava at, so allir hoyra, so eisini hinir kunnu hava ótta.
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið
so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið
Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!
Titusarbrævið 3:10 Titusarbrævið
Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,
Titusarbrævið 3:11 Titusarbrævið
við tað at tú veitst, at slíkur er rangvørgur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum.
Jákupsbrævið 5:19 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann –