at royna at keypa sær veg í himmal
16 versir um "at royna at keypa sær veg í himmal"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Ápostlasøgan 8:18 Ápostlasøgan
Táið Símun tá sá, at Heilagi Andin varð givin, við at ápostlarnir løgdu hendurnar á tey, kom hann við peningi til teirra og segði:
Ápostlasøgan 8:19 Ápostlasøgan
„Gevið eisini mær hetta vald, at tann, ið eg leggi hendurnar á, fær Heilaga Andan!“
Ápostlasøgan 8:20 Ápostlasøgan
Tá segði Pætur við hann: „Til grundar gangi silvur títt, og tú sjálvur við, táið tú heldur teg kunna keypa gávu Guds fyri pening!
Ápostlasøgan 8:21 Ápostlasøgan
Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði, tí hjarta títt er ikki rætt fyri Gudi.
Ápostlasøgan 8:22 Ápostlasøgan
Umvend teg tí frá hesum óndskapi tínum og bið til Harran, so hugsan hjarta tíns kanska kann verða tær fyrigivin!
Ápostlasøgan 8:23 Ápostlasøgan
Tí eg síggi, at tú liggur í beiskleikagalli og órættvísileinkju.“
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Jóhannes 3:36 Jóhannes
Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“
Jákupsbrævið 2:26 Jákupsbrævið
– Ja, eins og likamið er deytt uttan anda, so er eisini trúgvin deyð uttan verk.
Esaias 64:6 Esaias
Og eingin er, sum kallar á navn Títt, sum mennir seg upp at halda fast við Teg; tí Tú hevur fjalt ásjón Tína fyri okkum og latið okkum tærast burtur av misgerðum okkara.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Ápostlasøgan 4:12 Ápostlasøgan
Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.