at rósa sær

11 versir um "at rósa sær"

Versir

Síða 1 av 1
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

5
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið

ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.

5
Sálmarnir 44:8 Sálmarnir

nei, Tú hevur givið okkum sigur yvir fíggindum okkara, og teir, ið hata okkum, letur Tú verða til skammar.

4
Sálmarnir 34:2 Sálmarnir

Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.

3
Jeremias 9:23 Jeremias

So sigur HARRIN: Hin vísi rósi sær ikki av vísdómi sínum, hin sterki ikki av styrki síni, hin ríki ikki av ríkidømi sínum!

3
Jeremias 9:24 Jeremias

Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg, at Eg eri HARRIN, sum ger náði, rætt og rættvísi á jørðini! Tí tað toknast Mær – sigur HARRIN.

3
Seinna Korintbrævið 12:5 Seinna Korintbrævið

Av slíkum rósi eg mær; men av mær sjálvum rósi eg mær ikki – uttan av veikleika mínum.

3
Seinna Korintbrævið 12:6 Seinna Korintbrævið

Víst verði eg ikki dári, um so eg rósi mær; tí tað verður satt, eg sigi. Men eg lati vera, fyri at eingin skal hugsa hægri um meg enn tað, sum hann sær meg vera ella hoyrir av mær.

3
Seinna Korintbrævið 12:7 Seinna Korintbrævið

Og fyri at eg skal ikki gera meg stóran av hinum høgu opinberingum, er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran.

3
Seinna Korintbrævið 12:8 Seinna Korintbrævið

At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.

3
Seinna Korintbrævið 12:9 Seinna Korintbrævið

Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.

3