at rinda tíggjund
28 versir um "at rinda tíggjund"
Versir
Síða 1 av 1Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Malakias 3:8 Malakias
Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!
Matteus 23:23 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Lukas 11:42 Lukas
Vei tykkum, tit Farisearar! Tí tit tíggjunda av myntu, rútu og alskyns urtum, og spyrja ikki um rætt og kærleika til Gud; hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Fyrsta Mósebók 14:20 Fyrsta Mósebók
Lovaður veri Gud hin Hægsti, sum gav tær fíggindar tínar í hendur!“ – Og Ábram læt hann fáa tíggjund av øllum.
Triðja Mósebók 27:30 Triðja Mósebók
Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað.
Triðja Mósebók 27:31 Triðja Mósebók
Vil ein loysa aftur nakað av tíggjund síni, skal hann lata fimting meir enn virðið.
Triðja Mósebók 27:32 Triðja Mósebók
Viðvíkjandi allari tíggjund av neytum og av smáfæi, øllum, ið kemur undir hirðastavin, skal tíggjundahvørt kríatúr verða HARRANUM halgað.
Triðja Mósebók 27:33 Triðja Mósebók
Ikki skal verða hugt eftir, um tað er gott ella vánaligt, og ikki má tað verða umbýtt; verður tað umbýtt við annað kríatúr, skulu bæði tvey verða halgað og kunnu ikki loysast aftur.““
Triðja Mósebók 27:34 Triðja Mósebók
– Hetta eru boðini, ið HARRIN gav Mósesi á Sinaifjalli og álegði honum at kunngera Ísraelsmonnum.
Fjórða Mósebók 18:21 Fjórða Mósebók
Alla tíggjund í Ísrael havi Eg givið Levitunum sum arv, í løn fyri arbeiðið, teir gera í samkomutjaldinum.
Fimta Mósebók 14:22 Fimta Mósebók
Tú skalt geva tíggjund av allari grøði tíni, av øllum tí, sum á markini veksur, ár eftir ár.
Fimta Mósebók 14:23 Fimta Mósebók
Og fyri ásjón HARRANS Guds tíns, á staðnum, ið Hann útvelur til at lata navn Sítt búgva har, skalt tú eta tíggjundina av korni tínum, víni tínum og olju tíni og tað frumborna undan neytum og smáfæi tínum – so tú kanst læra at óttast HARRAN Gud tín allar dagar.
Fimta Mósebók 14:24 Fimta Mósebók
Men er vegurin tær ov langur, so tú fært ikki komið hagar við tí, av tí at staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur til at lata navn Sítt búgva har, er so langt burtur frá tær – og HARRIN Gud tín hevur ríkliga signað teg –
Fimta Mósebók 14:25 Fimta Mósebók
so skalt tú selja tað og knýta peningin saman og hava hann við tær til staðið, ið HARRIN Gud tín útvelur.
Fimta Mósebók 14:26 Fimta Mósebók
Fyri henda pening skalt tú so keypa alt tað, ið teg lystir: Neyt, smáfæ, vín og sterkan drykk og alt tað, ið hjarta títt lystir; og tú skalt njóta tað har fyri ásjón HARRANS Guds tíns og vera glaður, tú og hús títt.
Fimta Mósebók 14:27 Fimta Mósebók
Levitin, ið hjá tær býr, mást tú ikki gloyma; tí hann hevur hvørki lut ella arv saman við tær.
Fimta Mósebók 14:28 Fimta Mósebók
Triðjahvørt ár skalt tú taka alla tíggjundina av allari grøði tíni tað árið og savna hana saman í býum tínum,
Fimta Mósebók 14:29 Fimta Mósebók
so at Leviturin – sum jú hvørki hevur lut ella arv saman við tær – kann koma, hann og hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan, sum hjá tær búgva, og eta seg mett. Tá skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði, sum tú fert undir.“
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Malakias 3:9 Malakias
Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!
Matteus 6:1 Matteus
„Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.
Matteus 6:2 Matteus
Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:3 Matteus
Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger –
Matteus 6:4 Matteus
fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Lukas 18:12 Lukas
Eg fasti tvær ferðir um vikuna, eg lati tíggjund av allari inntøku míni.“