at reka vinnu
5 versir um "at reka vinnu"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 4:13 Jákupsbrævið
Og nú, tit sum siga: „Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!“
Jákupsbrævið 4:14 Jákupsbrævið
– tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.
Jákupsbrævið 4:15 Jákupsbrævið
Í tann stað skuldu tit sagt: „Um Harrin vil, og vit liva, skulu vit gera hetta ella hatta!“
Jákupsbrævið 4:16 Jákupsbrævið
Men nú rósa tit tykkum í reypi tykkara. Alt slíkt rós er ónt.
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.