at reka út demónar

39 versir um "at reka út demónar"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 12:43 Matteus

Táið hin óreini andin er farin út úr menniskjanum, gongur hann um á vatnleysum støðum og leitar eftir hvílu, men finnur hana ikki.

4
Matteus 12:44 Matteus

Tá sigur hann: „Eg skal fara aftur í hús mítt, sum eg fór úr.“ Og táið hann kemur hagar, sær hann, at tað stendur tómt og er sópað og prýtt.

4
Matteus 12:45 Matteus

Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, ið verri eru enn hann sjálvur; táið teir so eru farnir inn, verða teir búgvandi har, og hitt seinna hjá tí menniskja verður verri enn hitt fyrra. So skal eisini gangast hesi óndu ætt.“

4
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið

Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!

4
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið

Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!

4
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið

Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.

4
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið

Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!

4
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið

Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!

4
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið

Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!

4
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið

Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.

4
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið

Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,

4
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið

biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –

4
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið

Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!

4
Markus 16:16 Markus

Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.

3
Markus 16:17 Markus

Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum;

3
Markus 16:18 Markus

tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.“

3
Lukas 10:17 Lukas

Hinir 70 komu glaðir aftur og søgdu: „Harri! Eisini hinir illu andarnir eru okkum lýdnir í navni Tínum!“

3
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið

Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.

3
Markus 3:11 Markus

Táið hinir óreinu andar sóu Hann, fullu teir niður fyri Honum og róptu: „Tú ert Sonur Guds!“

2
Markus 9:29 Markus

Hann svaraði teimum: „Hetta slagið rekst ikki út við nøkrum uttan við bøn og føstu.“

2
Markus 9:38 Markus

Jóhannes segði við Hann: „Meistari, vit sóu ein, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar í navni Tínum; og vit noktaðu honum tað, av tí at hann fylgist ikki við okkum!“

2
Lukas 4:33 Lukas

Í sýnagoguni var nú maður, ið hevði óreinan, illan anda; hann rópti hart:

2
Lukas 4:34 Lukas

„Burt! Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!“

2
Lukas 4:35 Lukas

Men Jesus hótti at honum og segði: „Tig, og far út úr honum!“ Hin illi andin kastaði hann tá niður mitt ímillum teirra og fór út úr honum og hevði einki mein gjørt honum.

2
Lukas 4:36 Lukas

Tá kom ræðsla á øll, og tey tosaðu hvørt við annað og søgdu: „Hvat er hetta fyri orð? Við valdi og kraft býður Hann hinum óreinu andum, og teir fara út!“

2
Lukas 10:19 Lukas

Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.

2
Jóhannes 14:11 Jóhannes

Trúgvið Mær, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær! – Og um ikki, so latið verkini sjálv fáa tykkum at trúgva Mær!

2
Jóhannes 14:12 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri – og hann skal gera størri enn hesi. Tí Eg fari til Faðirin;

2
Jóhannes 14:13 Jóhannes

og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum.

2
Ápostlasøgan 16:16 Ápostlasøgan

Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa.

2
Ápostlasøgan 16:17 Ápostlasøgan

Hon gekk aftan á Paulusi og okkum, rópti og segði: „Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!“

2
Ápostlasøgan 16:18 Ápostlasøgan

Hetta gjørdi hon í nógvar dagar. Tá harmaðist Paulus um tað, og hann vendi sær og segði við andan: „Í navni Jesu Krists sigi eg við teg, at tú skalt fara út úr henni!“ Og hann fór út í somu stund.

2
Ápostlasøgan 19:13 Ápostlasøgan

Men eisini nakrir av hinum jødisku andamanarunum, ið struku um, tóku sær fyri at nevna navn Harrans Jesusar yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar; teir søgdu: „Eg mani tykkum við hinum Jesusi, sum Paulus prædikar!“

2
Ápostlasøgan 19:14 Ápostlasøgan

Teir, ið hetta gjørdu, vóru sjey synir Skevas, jødiskan høvuðsprest.

2
Ápostlasøgan 19:15 Ápostlasøgan

Men hin illi andin svaraði teimum: „Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit!“

2
Ápostlasøgan 19:16 Ápostlasøgan

Og maðurin, sum hin illi andin var í, leyp á teir, vann av teimum og fekk slíkt vald á teimum, at teir flýddu naknir og særdir av húsinum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:2 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:3 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt kemur – og hann er longu nú í heiminum.

2