At raka

11 versir um "At raka"

Versir

Síða 1 av 1
Triðja Mósebók 19:27 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki klippa niðan av hárinum, ei heldur stubba burtur av skegginum.

4
Triðja Mósebók 21:5 Triðja Mósebók

Prestarnir mugu ikki raka seg berskøllutar nakrastaðni á høvdinum, ikki stubba burtur av skegginum og ikki gera skurðir á likamið.

4
Esaias 7:20 Esaias

Tann dag skal HARRIN við rakiknívi, sum leigaður er fyri handan Á,* við konginum í Assýria, raka av alt hárið, bæði á høvdinum og á kroppinum, ja, skeggið við skal Hann taka burtur.

3
Ezekiel 44:20 Ezekiel

Teir mugu ikki raka høvd sítt, ei heldur lata hárið vaksa, sum tað vil; teir skulu klippa hár sítt.

3
Fyrsta Mósebók 41:14 Fyrsta Mósebók

Tá sendi Farao boð eftir Jósefi, og teir skundaðu sær og fingu hann út úr fangahúsinum; táið hann so hevði latið raka sær og skift klæði, steig hann fram fyri Farao.

2
Fjórða Mósebók 6:5 Fjórða Mósebók

So leingi sum nasirearalyfti hansara varir, má rakiknívur ikki koma á høvd hansara; inntil tíðin er úti, sum hann vígir seg HARRANUM, skal hann vera heilagur og lata hárið vaksa sítt.

2
Fjórða Mósebók 6:18 Fjórða Mósebók

So skal Nasirearin fyri durum samkomutjaldsins raka høvd sítt, sum hann ber nasirearamerkið á, og hann skal taka hárið – nasirearamerki sítt – og leggja tað á eldin, ið er undir takkofrinum.

2
Fjórða Mósebók 8:7 Fjórða Mósebók

Soleiðis skalt tú bera teg at, táið tú reinsar teir: Tú skalt sletta reinsivatn á teir, og teir skulu lata rakiknív ganga yvir alt likam sítt og vaska klæði síni og soleiðis reinsa seg.

2
Fimta Mósebók 14:1 Fimta Mósebók

„Tit eru børn HARRANS Guds tykkara – tit mugu ikki skera merki á tykkum og ikki raka tykkum skallut yvir pannuni fyri ein deyðan.

2
Jeremias 41:5 Jeremias

komu menn úr Sikem, Silo og Samaria, 80 menn, við skegginum rakaðum av, við skræddum klæðum og við skurðum í holdinum; teir høvdu við sær matoffur og roykilsi til at bera fram í húsi HARRANS.

2
Jeremias 48:37 Jeremias

Tí hvørt høvd er skallut, hvørt skegg er rakað av; á øllum hondum eru skurðir, um lendarnar er sekkur.

2